Send umsókn um dagstovnapláss
Tú kann søkja, vegna barn títt, um pláss í dagrøkt, vøggustovu, barnagarðsstovu og í frítíðarskúla.
Tú kann søkja um dagstovnapláss á Vanganum.
Fyri at fáa pláss, skal annað foreldrið og barnið verða búsitandi í Runavíkar kommunu. Tó kunnu foreldur, sum ætlað at flyta til kommununa, søkja um upptøku 6 mánaðir áðrenn flyting. Heitt verður á teg um at søkja um pláss í góðari tíð.
Hevur tú ikki møguleika av brúka Vangan, kann tú venda tær til runavik@runavik.fo og biðja um umsóknarblað.
Uppsøgn av dagstovnaplássi
Hevur títt barn ikki tørv á sínum dagstovna-/frítíðarskúlaplássi longur, er tað tín ábyrgd at boða kommununi frá. Hetta kanst tú eisini gera umvegis sjálvgreiðsluna á Vanganum.
Uppsagnarfreist
Uppsagnarfreistin er leypandi mánaður, plus ein mánað. Uppsøgnin er galdandi frá 1. í mánaðinum.