Glyvra skúli - útbygging
Okkara skúli frá 1950’unum verður nú útbygdur. Fólkavøksturin er stórur og tískil hevur býráðið avgjørt at útbyggja Glyvra skúla.
Aftaná útbygging fer Glyvra skúli at hýsa:
- Forskúla
- Grunddeild
- Miðdeild
Tað verða 3 flokkar í hvørjum árgangi við plássi fyri gott 500 næmingum.
Hartil fevnir útbyggingin um:
- Frítíðarskúla
- Musikskúla
- Ídnaðarkøk
Ætlanin er at skúlin eisini hevur góðar umstøður til, og verður karmur um frítíðarvirksemi aftaná skúlatíð.
Trivnaðarleiðarin Rógvi Nybo og verkætlanarleiðari Sigrid J. Dalsgaard hava skipað fyri fyrsta umfari av verkstovum, sum hava til endamál at allur tørvur verður lýstur til byggiskránna.
Luttakarar hava verið frá m.a. forskúla, frítíðarskúla, grunddeild, miðdeild, musikskúla, umsiting og rakstur. Íalt hava luttikið yvir 30 fólk í 6 umførum.
Tað eru CUBO arkitektar, sum skriva byggiskránna, og Ráð eru byggiharraráðgevarar.