Foreldur, ið hava børn í kommunalu ansingarskipanini, kunnu søkja kommununa um frípláss. Umsóknarblað verður útfylt og latið saman við inntøkuupplýsingum v.m. sí kunngerð og útrokningartalvu. Umsóknarblað fæst á kommunuskrivstovuni og á heimasíðuni undir “Sjálvgreiðslan”.
Tað kann veitast fult ella partvíst frípláss, alt eftir inntøku. Frípláss skal søkjast av nýggjum hvørt ár, í seinasta lagi 1. juli. Verður umsóknin latin inn eftir henda dag, verður møgulig játtan galdandi frá 1. í mánaðinum, eftir at umsóknin er móttikin.
Foreldrini hava skyldu at boða kommununi frá, um broytingar í inntøkuviðurskiftunum og øðrum viðurskiftum sum ávirka játtanina.
Søk frípláss