Náttúruperlan í Skálafirði fær 975.000 kr. í norðurlendskum stuðli
Í ósanum í Skálafirði er eitt heilt serstakt fuglalív, eitt margfeldni sum trívist í flóð og fjøru, og sum vit vilja menna til frama fyri komandi ættarlið av fólki og fugli.
Nordisk Ministerråd hevur játtað 975.000 kr til Runavíkar kommunu til verkætlanina náttúruperlan í Skálafirði. Stuðulin er latin eftir umsókn í Open Call: Local Synergy Projects under the Nordic Nature Programme 2026–2027.
Byrjanin til átaki var ein ástaðarfundur í 2024 saman við borgarum og hagastýrinum, har fuglafrøðingurin Silas Olofson greiddi frá fuglalívinum í økinum og týdninginum av hesi náttúruperluni fyri lívfrøðiliga margfeldnið.
Luttakarnir á fundinum stuðlaðu hugskotinum og tískil var hetta gjørt til verkætlan, sum síðani var samtykt í tøkni- og umhvørvisnevndini og í býráðnum.
Ósin er spískamar og búðøki hjá flytifuglum, fuglum í vetrarvist og staðbundnum fuglum. Ósin hevur samstundis týdning fyri frítíðarlív og upplivingar hjá borgarum.
Seinastu árini er ferðslan í økinum vaksin, og hetta hevur havt avbjóðingar við sær fyri fuglalívið. Við verkætlanini verður arbeitt fram ímóti eini betri javnvág millum atkomu og náttúruvernd, so økið kann varðveitast og mennast.
Við játtan og viðurkenning frá Nordisk ministerråd fara vit nú undir hesa spennandi verkætlan, at saman við borgarum í Skálafirði, hagastýrið og serfrøðingum innan fuglar og plantur, at menna og verja eitt av virðismiklu náttúruøkjum í kommununi.
Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, verkætlanarleiðari, teknisku deild
Seinastu tíðindi