Røðan tá jólatræið á Skála bleiv tendrað
Røða, sum Magni Højgaard helt, tá jólatræið varð tendrað á Skála 29. november
Góðu Skálafólk – Lukas 2!
«Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara...»
Tá Pól Eli ringdi at spyrja, um eg kundi halda røðuna, tá jólatræið á Skála skuldi tendrast í ár, so var fyrsti tankin: «nei, tað dugi eg ikki, eg havi einki at siga, sum skálafólk tíma at lurta eftir», men so takkaði eg kortini fyri álitið, so nú koyra vit á.
Byrsumaður eri eg ikki. Skjóti hvørki haru ella svartfugl, men at snakka dugi eg, fái eg ofta skotið í beinini. Í dag kanska í tí meir alvorliga endandum.
«Allur heimurin skuldi verða skrivaður í mantal...»
Ein spurningur, sum hevur fylt eitt sindur hjá mær seinastu tíðina er hesin: «hvat er ein familja ella hvør er tín familja?» ella hvørji eru tíni nærmastu? Umsorganarpersónar er eitt orð vit javnan hoyra.
Hetta kann hava fleiri perspektiv, og hetta er nokk eisini nógv broytt seinastu árini.
Vit taka eitt lítið dømið: Marin Fredrikka Højgaard var av Líðini í Rituvík. Hon kom, saman við syskjum sínum, í metbókina hjá Guinness fyri at vera partur av heimsins elsta syskinaflokki.
Marin var omma mín, ein kvinna sum helst ikki skuldi hava uppmerksemi, ein kvinna sum stillisliga gjørdi sín gerning, takkaði fyri dagin og so hevði hon altíð pláss fyri einum afturat, óansæð hvussu nógv ella lítið var til, ella hvussu gott pláss var.
Guinness omma í Rituvík hevði 11 syskin, abbi hevði 9.
Omma mín á Toftum hevði 4 syskin, abbi 10.
Also hevði eg tilsamans 34 ommu- og abbasystrar, og ommu- og abbabeiggjar.
Børnini hjá mær høvdu 11.
Hetta er sjálvandi bara eitt dømi, um munin á tveimum ættarliðum. Hinvegin er hetta kanska ikki so heilt galin mynd uppá broytinginar í familjumynstrinum her heima. Tað er ein sannroynd, at syskinaflokkar í miðal vóru størri fyrr, enn teir eru nú, uppá gott og ónt.
Korini vóru heldur ikki heilt tey somu, um vit bara bakka nøkur ár. Húsini vóru ikki isoleraði, høvdu onga dampsperru og høvdu ikki dubult lag av rútum.
Tað var ikki eitt kamar í part, tað var kanska oftani, at tað ikki eingong vóru nokk kømur til tvey og tvey.
So uppá gott og ónt livdu fólk nógv tættari uppat hvørjum øðrum fyrr.
«Og øll fóru at verða skrivað, hvør í ættarbygd sína...»
Í Føroyum eru vit sera upptikin av familju. Okkara samfelag er innrættað í stóran mun eftir hvussu húsarhald liva, og hvussu húsarhald síggja út.
Og ongantíð so nógv sum á jólum er eisini fokus á familjuni. At gera ”sum man plagar” og hugna sær saman við sínum. Tá fólk blíva spurd um, hvat jólini eru fyri tey, er svarið ofta, at tað er at vera saman við sínum nærmastu. At hugna sær saman.
Men hvat er ein familja?
Hvat er ein familjusamanseting?
Hvat er eitt húsarhald og hvat er vanligt í 2025?
”Tí ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum…”
So koma vit aftur til yvirskriftina:
”Lukas 2”
Um vit siga hetta, so eru tað sera nógv ið beinanvegin vita, hvat tað meinast við. Hetta er jólaevangeliið, tað ordiliga, tað frágreiðandi. Flestu lesa ørindi 1-21. Eg minnist, at tá eg var smádrongur hendi tað onkuntíð jólaaftan, at tað einans bleiv lisið til og við ørindi 14. Tað dámdi mær væl, tí so var skjótari liðugt.
Alt hatta við, at “Maria legði sær í geyma” var ikki neyðugt at taka við. Og abbi í Rituvík bað altíð so ræðuliga leingi, tað føldist sum tað ongan enda tók. Men tað er jólaevangeliið, sum okkum dámar so væl.
Jaja, har eitt afturat í Jóhannus 1. Men tað er so djúpt, filosofiskt og torskilt, at einans menn sum Jógvan bispur og hansara líkar fyritrekkja tað fram um Lukas 2.
Men hvør er søgan aftanfyri Lukas 2? Hvat annað stendur í bókini hjá Lukasi?
Hvør var Lukas og hvat vildi hann siga við hesi bók, sum bleiv 3. bók í Nýggja testamenti og eitt av evangeliunum?
Tað kunnu vit tosa leingi um, og eg skal ikki fara í smálutir her, men einans taka nakrar yvirskriftir fram.
Lukas var lækni, og tað sæst aftur í mátanum hann skrivar, at hann var ein lærdur maður. Hann ger sær m.a. ómak at nevna detaljur ið kunnu tíðar- og staðseta frágreingina.
Tá vit so tosa um yvirskipaða boðskapin í 3. bók í Nýggju pakt, so er hann greiður: hann er sosialt rættaður. Lukas ynskir at tosa til tey sosialt útsettu, til tey einsamøllu, tey fátæku.
Tá Lukas situr á kontórinum og skrivar hetta einastaðni millum ár 60 og 90, alt eftir hvønn man spyr, so hevur hann óiva havt onkrar myndir í huganum. Hann hevur kanska kent fólk ið knossast og baksast gjøgnum gerandisdagin og lívið sum heild. So har er nokk ein ávísur tíðarkontekstur, sum hann fatar Jesu orð og søguna um Jesus ígjøgnum.
Hinvegin, so eru mong ið halda, at Bíblian jú er júst líka viðkomandi í dag, sum hon var á Lukasar døgum. Ífylgi henni, so gerst Orðið, sum er umtalað so flott í Jóhannus 1, ongantíð óviðkomandi.
2. og 3. ørindi í «Føgur er foldin» draga eisini Lukas 2 inn í okkara samtíð: «Øldirnar fara, øldir munnu koma» og «Einglar tað kvóðu jólanátt for hirðum».
«Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð...»
Tað var ein skari av einglum sum brádliga stóð hjá nøkrum hirðum. Og leggur Lukas dent á at siga okkum, at tað eru júst hirðar ið fáa boðini fyrst. Á Jesu døgum var tað at vera hirði hjá seyði ikki júst eitt dreymastarv, men meir eitt starv sum oftast bleiv sæð niður á.
So um vit flyta Lukas 2 fram til okkara tíð, hvørjum høvdu einglarnir so sungið fyri í dag, um at Jesus lá í eini krubbu í seyðahúsinum hjá Christian svági her yviri á Skálavegi?
Um vit líka venda aftur til Lukas, so greiður hann frá tí stóru kvøldmáltíðini í kap. 14. Tá alt var klárt, bað verturin húskallin fara at bjóða teimum nærmastu til borðs. Men so kom ein umbering fyri og onnur eftir. Endin var, at húskallurin fylgdi flottu veitslu høllina hjá manninum við fólki, ið hann meir og minni fann fram við vegnum. Hendan frásøgnin sæst á sera flottu altartalvuni í Christianskirkjuni í Klaksvík. Og aftur her leggur Lukas dent á tann sosiala partin.
So hvussu sær okkara jólamánaði nú út, tá vit byrja at lesa Lukas 2 aftur?
Geva vit okkum far um broytingina sum er í samansetingunum. Brúka vit alla orkuna uppá at gera klárt heima, at keypa gávurnar ið standa á ynskilistunum og náddu vit at keypa so nógv sum gjørligt á Black friday?
Eru vit klár yvir, at tað eru sera nógv fólk í Føroyum, sum vilja hava jólini at fara framvið so skjótt sum gjørligt? Hetta, m.a. tí tey, av nógvum ymiskum orsøkum, ikki eru partur av tøttum familjubandi.
Tá vit búðu niðri minnist eg, at eg sá eitt innslag um einsemi har. Minnist at tað bleiv nevnt, at onkur fólk, hóast tey høvdu vaskimaskinu heima, ella í øllum førum høvdu ráð til eina, valdu at fara á vaskarí at vaska síni klæðir. Tað vóru menniskju á vaskarínum. Kanska onkur fór at siga hey.
Eg minnist eisini, at einaferð spákaðu Aron og eg heim úr barnagarðinum. Tá vit komu um eitt horn tætt við har vit búðu, gingu vit framvið einum sjúkrabili, har tveir portørar vóru í holt við at seta ein mann av og hjálpa honum inn í uppgongina. Aron hugdi smílandi uppá hendan mannin og segði “hej hej”. Andlitið á hesum manninum lýsti upp, og hann smíltist um alt fimm oyra, tá hann segði hey aftur. Minnist, at eg hugsaði “gud viti hvussu langt tað er í millum at fólk siga hey við handan mannin”.
Hugsa vit nakrantíð um, at tað eru nógv fólk í Føroyum sum sita einsamøll á jólum?
Og um tey ikki sita einsamøll, so hava tey kanska leita sær inn í ein felagskap ið ger okkurt burturúr, t.d. KFUK í Havn og KFUM&K í Klaksvík, ella eru tey kanska saman við fólki ið fáa løn fyri at vera saman við teimum.
Og tá eg sigi ”eru vit klár yvir”, hvønn tosi eg tá egentliga um? Hvørji eru ”vit” í Føroyum í dag?
Er tað nakar rættur máti at halda jól uppá á í dag?
Hvussu stýrd eru vit av traditiónum? Og í hvønn mun ger tað nakað?
Dunnu ella gás, ella kanska ræst kjøt. Flødabakaði epli, brúnkaði epli og vanlig epli. Grøntsakir, waldrofsalat, reyttkál helst heytt, súrepli og sviskur úr dunnuni.
Nógv sløg av drykkivørum.
Alt skal henda nokkso skipað, tí nógv skulu í kirkju, á eitt ellisheim ella líknandi. Pakkarnir skulu opnast og rís a la mande etast seinni, og tá skal syngjast meðan skálirnar fara runt, og tað skal vera ein góð mandlugáva.
So ein uppfordran herfrá til okkum øll somul skal vera hendan:
Hugsið um Lukas 2. Hvør er tað sum kom í heimin í hesi frásøgn? Hvat gjørdi hann?
Hvat sigur Lukas í sínum tekstum, hvat sigur hann veruliga?
Kunnu vit kanska gera eitt sindur?
Kunnu vit kanska gera okkurt fyri at gleða onkran í desembur 2025, sum vit ikki hava gjørt áður?
Tað kann gerast uppá allar møguligar mátar. Tað merkir ikki at vit skulu kasta allar okkara traditiónir á bláman.
Tað kann merkja, at vit tora at bjóða onkrum okkurt, men tað kann sanniliga eisini merkja, at vit tora at siga ja takk til okkurt. Tað kunnu liggja nógv ynskir, og nógvar kenslur aftanfyri eina innbjóðing, sum vit takkaðu nei til.
Lat okkum øll minnast til, hví tað blivu jól, soleiðis sum vit halda tey.
Lat okkum øll royna at møta næstanum við tí virðing sum avspeglar okkara persónligheit, ikki teirra.
Og minst til, at øll sum tú møtir stríðast eitt stríð, sum tú allarhelst einki veist um.
Latið okkum taka boðskap Lukasar við okkum inn í desembur 2025, so vit møta øllum við virðing, opinleika og umsorgan.
Takk fyri
Seinastu tíðindi