Røðan tá jólatræið í Saltangará bleiv tendrað
Røða, sum Bill Justinussen helt, tá jólatræið varð tendrað í Saltangará 29. november:
Hjartans tøkk hornorkestrið fyri frálíku tónarnar – takk, at tit altíð eru fús at blása í lúður og lyfta savningarløturnar upp á tað støðið, har vit kenna fløvan at felagsskapinum.
Og ikki minst sera vældámdi walisarin Kenneth Jones, sum ótroyttiligur og trúfastur hevur stjórnað hornorkestrinum í skjótt eina fjórðingsøld.
Góðu áhoyrarar,
Nú eru vit aftur her, sum vit so mangan hava verið áður. Jólhátíðin nærkast og hjørtuni banka títtari. Pulsurin fer upp. Hjá nøkrum, tí tað er so nógv, sum skal náast fyri jól og til jóla. Hjá øðrum, tí spenningurin fram ímóti størstu hátíð ársins nærkast. Hjá tykkum børnum, tí jólaaftan uttan iva man vera størsta kvøldið á árinum. Og hjá nøkrum, tí jólini eru ov møtimikil, strongdin ov stór og uppgávan at liva upp til ynskir og krøv er ov tung. Pulsurin er høgur allastaðni; á vegunum og í ferðsluni, í handilshøllunum, í skúlunum, í barnagørðunum, í kirkjum og samkomum og innanveggja í føroysku heimunum. Í øllum hesum resinum ljóðar gleðiboðskapurin ”Friður á jørð og í menniskjum góður tokki.” Men ongin okkara fær broytt stórvegis uppá støðuna, annað enn at vit kunnu taka stig til sælar løtur sum júst hesa, har vit steðga á eitt bil, eru still og njóta vøkru tónarnar frá hornorkestrinum, meðan vit
TENDRA JÓLATRÆIÐ.
Hendan afturvendandi vakra siðvenjan samsvarar so væl við boðskapin um frið á jørð. Her savnast vit um tað, sum alt snýr seg um. Ljósið og jólaboðskapin. Heimsins fyrsta dag hendi júst tað sama, sum vit gera ídag – bara í einum munandi størri formati – tá hin alvaldi Skaparin tendraði ljósið, sum startaði tíðarklokkuna. Tann dagin talaði Guð og segði ”Verði ljós”, og tað varð ljós. Og Guð sá, at ljósið var gott. Tað finst onki máttmiklari enn at tendra ljós í myrkri. Men tá Guð sá, at ikki bara gott býr í menniskjunum, og at mong menniskju liva í myrkri, tendraði hann fyri góðum 2.000 árum síðani tað ljósið, sum vinnur á myrkrinum, sum menniskju liva í. Hann sendi sín einborna son Jesus, sum kom inn í hendan heimin sum lítið barn. Ikki sum kongasonur í gyltum skrúð, men sum lítið barn í einum fjósi í Betlehem.
Seinastu tíðina hava børnini í okkara samkomu Lívsins Orð lært minnisversið úr Jóhannus 8,12, har Jesus sigur: ”Eg eri ljós heimsins; tann, ið fyrlgir Mær, skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós lívsins.” Jesus er heimsins ljós. Og hann sigur, at vit, hvør og ein, kann hava lívsins ljós. Og hóast hetta er eitt tilboð og ein møguleiki, sum er frítt atkomuligt hjá øllum menniskjum uttan kostnað og uttan strev, so er tað svárt at síggja, at tað framvegis eru mong, sum liva í svárum myrkri.
At tendra jólatræið er ein sterk áminning um hetta ljósið og ein viðurkenning av, at vit sum kristið samfelag standa saman um hendan lívgevandi boðskapin.
Og so er tað granntræið, sum hesa árstíðina broytir navn til jólatræið. Fyri kristin menniskju er granntræið ein vøkur og sterk mynd um æviga lívið. Granntræið følnar ikki um veturin. Tað kastar ikki nálirnar av sær og fer í dvala. Nei, tað livir sítt fríska lív á hávetri í kulda og kava, í regni og vindi og… stillum frostveðri. Sevjuríkt og vælangandi. Eins og tað um summarið tolir sól og hita og lýggjan vind. Granntræið breiðir út sínar armar í allar ættir og bjóðar øllum inn uttan at gera mannamun. Fevnandi og fagurt eins og himmalski Faðir okkara. Og ovast uppi seta vit stjørnuna, Betlehemsstjørnuna, sum á sinni lýsti og vísti vísmonnunum leiðina til heimsins ljós, sum lá í eini krubbu í einum fjósi. Har í fjósinum var friður á jørð og í menniskjum góður tokki. Og heimsins frelsari, sum er størsta gávan, givin er, hevur síðani verið íblástur til gávumildni og jólagávur í ovurstórt mát kring allan heim nærum líka síðani.
Hetta er løtan, tá vit so ella so í felag skifta huglag frá vanliga gerandisdegnum til jólaligt huglag. Nú er tað jólatónleikur, jólakonsertir, jólahugni, jólaborð, jólastás, jólagás, jólagávur, jólagløgg, jólahald, jólamenn, jólamatur, jólaløg, jólajól og… jólatrø, sum fylla tankarnar, prátið, gøturnar, handlarnar, miðlarnar, skúlarnar, barnagarðarnar, heimini og hjørtuni. Inntil vit aftur lenda hinumegin og aftur skulu skifta huglag inn í vanliga gerandisdagin. Í øllum hesum er tað umráðandi at halda høvdið kalt og hjartað heitt. Og framum alt annað hevur tað allarstørsta týdning at seta børnini fremst og geva teimum góð minnir og ríkan førning til framtíðina. Sum vaksin eiga vit at vera vaksin og at uppføra okkum sum vaksin. Og tað inniber viðhvørt, at vit á summum økjum mugu seta okkara egnu tørvir til viks til frama fyri børnini.
Gævi, at vøkru jólatrøini í bygdum og býi okkara, bæði tey kommunalu og øll hini, við sínum fagurt skínandi ljósum minna okkum á at vera góð hvør móti øðrum. At enda vil eg takka borgarstjóranum, býráðnum og tykkum, sum arbeiða hjá kommununi, fyri alt tað, tit gera fyri at skapa okkum borgarum góðar liviumstøður í hesi frálíku kommunu.
Má Guð signa tykkum og okkum borgarar í kommununi nú og í tíðini, sum kemur.
Takk fyri, at tit lýddu á.
Seinastu tíðindi