Bátur á Lambareiði – hvør eigur?
21. november 2025
Hvør eigur hendan bátin? Báturin liggur við ambulansastøðina á Lambareiði, og hevur ligið har síðani síðsta vetur.
Báturin rekur fyri vág og vind, og kann enda við at raka bygningar og aðrar lutir á staðnum.
Eigarin verður biðin um at koma eftir bátinum beinanvegin, og í seinasta lagi 5. desember 2025. Um ongin kemur eftir bátinum, so burturbeinir kommunan bátin fyri eigarans rokning.
Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við kommununa um bátin tlf.nr. 417000.
Seinastu tíðindi
21. november 2025
Bátur á Lambareiði – hvør eigur?
21. november 2025
Ferðslan verður tarnað
19. november 2025
Heilsutænastur flyta
18. november 2025
Kunngerð um undantaksloyvi til taðing