Ger kvettið í Runavík um vikuskiftið
Í vikuskiftinum skipar handilslívið í Runavík fyri árliga Býarskáanum, ið er stóra heysttiltakið í Runavíkar kommunu. Yvir 30 handlar, fyritøkur og matstovur bjóða inn til ein risastóran Býarskáa, og skráin er full av góðum tilboðum, vælsmakkandi mati og einari rúgvu av undirhaldi til bæði stór og smá. Við øðrum orðum; eitt langt vikuskifti, har til ber at keypa jólagávurnar í góðari tíð og fyri ein góðan prís.
Úr rúgvusmiklu skránni kunnu vit nevna, at stórur pop-up marknaður verður í hølinum hjá arbeiðarafelagnum Hæddin við fleiri spennandi handlum og listafólkum, og í Gamla handli verður ein serstøk og sera áhugaverd listaframsýning við verkum úr knústum steinum og glasi. Uttanfyri Gulu Smiðju verður hugnaligt øki við gøtumati við fleiri matvognum og smáttum, har ein kann royna alskyns sløg av mati. Í Løkshøll verður serstøk filmssýning á føroyskum fyri børn og familjur við filminum “Palli Halaleysi”, og Bókasavnið við Løkin hevur eisini eina rúgvu á skránni – bæði søguløtur, spurnakapping og nógv afturat. Tann stuttliga og afturvendandi stempulkappingin hjá handilslívinum verður aftur í ár, og vinningurin er - sum altíð - góður!
Til ársins Býarskáa verður skipað fyri einum nýggjum og sera forvitnisligum tiltaki: “Kom og MENN’ist”. Tiltakið verður í Borg á Glyvrum og á skránni eru fyrilestrar, tónleikur, undirhald og smakkroyndir. Flestu handlarnir í økinum hava opið frá kl. 10.00 til midnátt leygardagin og frá kl. 14.00 til 20.00 sunnudagin.
Kunning og dagføringar síggjast á síðuni “Býarskái í Runavík” á Facebook.
Vit síggjast til ein góðan og undirhaldandi Býarskáa!
- Visit Runavík
Seinastu tíðindi