Fundir um kommunalu ferðavinnuætlanina

22. september 2025

Í samband við at Runavíkar kommuna skal lata inn kommunala ferðavinnuætlan, verður bjóða til fundir í fleiri av bygdunum í kommununi

·  Elduvík: t. 23. september kl. 19 í skúlanum í Elduvík

·  Oyndarfjørður: t. 30. september kl. 19 í skúlanum í Oyndarfirði

·  Skála og Skálafjørður: t. 7. oktober kl. 19 í skúlanum á Skála

·  Lamba og Lambareiði: t. 14. oktober kl. 19 í skúlanum í Lamba

·  Skipanes, Søldarfjørður, Glyvrar, Saltangará og Runavík: t. 21. oktober kl. 19 á Bókasavninum við Løkin

·  Rituvík: t. 27. oktober kl. 19 í Missiónshúsinum í Rituvík

·  Æðuvík: t. 4. november kl. 19 í Víkini (Náttúrubarnagarðinum)

Á skránni til fundirnir verður kunning um arbeiði hjá Visit Runavík, kunning um ferðavinnuætlanina og síðani verður lagt upp til prát, viðmerkingar og spurningar.

Um tað ikki liggur fyri at luttaka til fundin í egna øki, so ber væl til at møta til onkran av hinum fundunum, sum eru ásettir.

Vinarliga,

Visit Runavík

Seinastu tíðindi

23. september 2025
Altjóða alzheimerdagur er 21. september
22. september 2025
Fundir um kommunalu ferða­vinnu­ætlanina
22. september 2025
SKS hevur fingið nýggjan stigabil
17. september 2025
Økir til íbúðarbygging á Skála til sølu