Summartónar í Runavíkar kommunu

16. juni 2025

Tónleikafestivalin 'Summartónar hevur verið fyriskipaður runt um í Føroyum av Felagnum Føroysk Tónaskøld síðani 1992. Talan er um ymisk sløg av tónleiki; nýskrivaðum og klassiskum tónleiki, fólkatónleiki, kórtónleiki og elektroniskum tónleiki v.m.

Tað serstaka við festivalinum er, at konsertirnar eru spjaddar út í hvønn krók í landinum, og tí er talan um eina forkunnuga heildaruppliving fyri bæði føroyingar og ferðafólk; at flyta seg úr gerandisdegnum og inn í eina hugnaliga kirkju, eitt øðrvísi konserthøli, eina lítla bygdalon, ella ein uttandurað pall.

Fleiri konsertir eru á skránni í Runavíkar kommunu í summar. Flestu av teimum eru ókeypis meðan einstakar kosta, tó einans 100 kr.

Her er eitt yvirlit yvir konsertirnar í Runavíkar kommunu:

12. juni kl. 19.30, Resterne af Rigsfællesskabet í Løkshøll, 100 kr

21. juni kl. 15.00, Flytifuglar í Rituvíkar kirkju, ókeypis

6. juli kl. 16.00, Benjamin Rajani í Oyndarfjarðar kirkju, ókeypis

21. juli kl. 19.30, Kári Sverrisson, Erkki Virkkala & Likka Huntus í Funnings kirkju, ókeypis

21. juli kl. 20.30, Kletstori í Dansistovuni í Funningi

24. juli kl. 20.00, Dania O. Tausen & Ragnar Finnson í Hanusarstovu í Æðuvík, ókeypis

2. august kl. 16.00, Guðrið Hansdóttir í Elduvíkar kirkju, ókeypis

13. august kl. 19.30, Rubert G. Marshall Luck í Skála kirkju, ókeypis

29. august kl. 16.00, Unci dunci trinci (fyri børn) í Gulu smiðju, ókeypis

 

Tiltøkini eru øll at finna á heimasíðuni summartonar.fo og á Facebook vanganum hjá Visit Runavík.

Fyrivarni verður tikið fyri broytinum í skránni.

 

Gott summar og góðar Summartónar!

Seinastu tíðindi

11. juli 2025
Vegna summarferiu er kommunuskrivstovan stongd í tíðarskeið­num 18/­7 – 10/­8 2025
09. juli 2025
Skúli og nýggjur musikk­skúli á Glyvrum
08. juli 2025
Starvsheiðran í Náttúru­barna­garði­num Sóljuhjarta
08. juli 2025
Skráin til Fjarðastevnu 2025