Mary drotning vitjar á Glyvrum

13. juni 2025

Tað var frammanundan fráboðað, at drotningin hevði eitt ynski um at síggja ein skúla, har ið virkað verður við at tálma ella at foykja burtur happing millum børn og ungdómar. Glyvra skúli er ein teirra, ið royna hesa leið.

Avmálda tíðin var ikki drúgv, men væl var fyriskipað av skúlanum, og alt gekk uppá stás. Børnini sýndu fram saman við lærarum, okkurt var at fáa undir tunguna og kommunuskrivarin, Dinna Jensen, gav drotningini eina gávu frá Runavíkar kommunu. Dimmalætting skrivaði í gjár annars soleiðis um vitjanina á Glyvrum:

”"Mary Fonden" stendur, saman við "Red Barnet" aftanfyri einari verkætlan, sum skal stedga happing og styrkja persónlig og sosial samband ímillum børn og ung. Hon hevur heitið "Betri vinir"

Børnini sungu fyri Drotningini tá hon kom til skúlan, saman við borgarstjóranum, og veittraðu tey við bæði Merkinum og Dannebrog.

Okkurt barn tosaði enskt við Mary, og onkur spurdi um hon var drotningin.

Tey spældu eisini uttanfyri meðan Mary hugdi at. Har var bæði dansur og spæl við tónleiki afturvið.

Mary slapp síðani at hyggja at, meðan lærarin gav børnini eina uppgávu undur heitinum “betri vinir”

Tey sóu eina mynd har ein genta var fyri seg sjálva. Børnini skuldu so greiða frá hvat kundi gerast, fyri at fáa hana uppí teirra felagsskap.

Mary Drotning fekk síðani orðið, at siga eitt sindur um hesa verkætlanina.

-Det er hårdt arbejde og man må arbejde kontinuerligt og målrettet, men det virker.

Og det virker når vi arbejder med de fire værdier: tolerance, respekt, omsorg og mod. Og skabe en kultur hvor det er svært for mobning at opstå.
Hon segði eisini at hon merkir at man í Føroyum hevur lukkast heilt fantastiskt, at seta hesi virðir í eitt nýtt konteks og nýtt mál.

Kvf spurdi drotningina tá hon var á veg út aftur úr Glyvra skúla: Hvordan går det med udbredelsen af programmet “Fri for mobberi”?

-Som vi lige har hørt, står ambitionen i at udbrede “fri for mobberi” til alle skolerne på Færøerne. Det bliver jeg både enormt glad for at høre og stolt over.

At vi kan være med til at bidrage til at skabe et trygt og inkluderende fællesskab her på Færøerne, segði hon.

Átakið skal skapa ein tryggan og inkluderandi felagsskap.

Verkætlanin er inspirerað av avstralska "Better Buddies"”

Seinastu tíðindi

13. juni 2025
Summarkvøld við Toftavatn - hósdagin 19. Juni
13. juni 2025
Mary drotning vitjar á Glyvrum
13. juni 2025
Reinsi­tænastan hjá IRF byrjar í næstu viku (viku 25) at tøma rottangar í Skálafirði.
11. juni 2025
Nýtast ikki at kóka drekkivatnið í Søldarfirði