
Útbygging og umvæling av Glyvra skúla - Undangóðkenning
Runavíkar kommuna bjóðar til undangóðkenning til verkætlanarkapping fyri sniðgeving og heildarráðgeving av útbygging og umvæling av Glyvra skúla.
Í sambandi við at verandi karmar eru vorðnir ov trongir, og vøkstur er væntandi í talinum av skúlabørnum, sum koma at ganga í kommunalu skúlunum, verður tørvur á rúmari ræsum og tí verður sjøtul nú settur á hesa stóru byggiverkætlan.
Útboðið verður gjørt sum avmarkað útboð, har 3-5 undangóðkendir luttakarar verða bodnir at koma við tilboði.
Uppgávan umfatar heildarráðgeving í sambandi við gerð av skipanaruppskoti, verkætlanaruppskoti, forprosjekti, høvuðsprosjekti, útboði í høvuðsarbeiðstøku, umframt uppfylging og eftirlit í sambandi við fremjanina av ætlanini. Uppgávan umfatar eisini tilhoyrandi útiøki.
Verkætlanin fevnir um víðkan og umvæling av Glyvra skúla til at rúma 0.-6. flokk, við trimum flokkum fyri hvørt ár, umframt frítíðarskúla fyri 0.-2. flokk. Skúlin skal eisini hýsa musikkskúla, ið verður staðsettur í Fjósinum norðanfyri, sum skal umbyggjast til endamálið.
Glyvra skúli, sum varð tikin í nýtslu í 1956, verður við hesi verkætlan framtíðartryggjaður í stødd og sniði. Skúlin verður framhaldandi karmur um kvøldskúla, frítíðarvirksemi og almenn tiltøk.
Nærri kunning og treytir í sambandi við undangóðkenningina síggjast í serstøkum skrivi frá RÁÐ, ráðgevandi verkfrøðingum.
Freistin at senda umsókn um undangóðkenning er tann 25.06.2025.
Spurningar í sambandi við undangóðkenningina skulu sendast til RÁÐ, Mikkel H. Frandsen, mhf@rad.fo.
Seinastu tíðindi



