Skørudagar

02. juni 2025

Runavíkar kommuna hevur fingið áheitan frá Føroya náttúru- og umhvørvisverndarfelag um at gera vart við, at felagsskapurin aftur í ár skipar fyri skørudøgum. Byrjað verður við einari garðaskøruviku frá 2.-6. juni, har heitt verður á øll um vera við til at týna garðaskøruna. Til ber at týna garðaskøruna á egnum stykki ella aðrastaðni.

Á ruddingardegnum tann 24. mai heitti kommunan á borgarar í Runavík, Saltangará og á Glyvrum um eisini at henta bæði rusk og skøru.

Garðaskøran trívist sera væl og breiðir seg lætt. Til ber at forða garðaskøruni at breiða seg við henta plantuna áðrenn hon fræar ella við at taka hana upp við rót.

Avskurðurin skal ikki í kompost, men latast til brenningar í gráa posa frá IRF ella í bingjuna til tilfar at brenna á ruskplássunum. Sí upplatingartíðir hjá ruskplássunum á heimasíðuni her.

Runavíkar kommuna hevur gjørt eina vegleiðing til at týna garðaskøruna. Sí vegleiðing her.

 

Vilt tú skipa fyri einum størri skørutýningartiltaki í kommununi, og er tørvur á posum og møguliga heintan av avskurðinum, kanst tú skriva til jongerdo@runavik.fo og avtala nærri.

Seinastu tíðindi

04. juni 2025
Runavíkar Havn 2024
03. juni 2025
Vegna teknisk brek eru hesar broytingar í innsavning­ini í vikuni
02. juni 2025
Skørudagar
27. mai 2025
Leif Mohr kring Føroyar 2025 byrjar á Saltangará – vísið ans í ferðsluni