
Grækarismessurøða 2025
Røða sum Silas Olofson flutti fram við grækarismessuhaldið í Runavík
Góðu áhoyrarar!
Eg vil byrja hesa røðu við at takka fyri tað álit, ið mær er víst við tað, at eg eri biðin um at flyta fram røðu her í dag.
Tíðin rennur sum streym í á, syngja vit í kenda sámlinum eftir Frederik Petersen. Jú, tíðin kemur og fer. Í 1. Mós. 8,22 lesa vit: Meðan jørðin stendur, skal sáðtíð og heystingartíð, frost og hiti, summar og vetur, dagur og nátt ikki svitast.«
Árstíðirnar eru grundkor hjá okkum menniskjum. Og vit mugu ásanna, at hesar ársins tíðir seta sín dám á okkara tilveru. Tíðin rennur. Men hvussu hugsar tú um tíðina? Er tíðin nakað sum kemur ella nakað sum fer? Nakað tú missir ella eina gávu tú fært? Eg royni at venja meg við at hugsa um tíðina sum eina gávu. Í dag havi eg fingið ein nýggjan dag at liva, og tað vil eg fegnast um.
Í dag fagna vit várinum og bjóða tí vælkomið. Tær myrku og longu næturnar styttast nú av álvara, og dagarnir gerast longri. Ein dagin gekk eg og hugdi efter teimum fyrstu flytifuglunum sum vóru komnir. Tá kom eg at tosa við ein eldri mann. Vit tosaðu um várið og at nú gekk móti ljósari tíðum. Tá segði hann við meg, at av teimum 12 mánaðunum í árinum, dámdi honum best februar - tí tá sæst at tað veruliga gongur frá myrkur til ljós- ja, móti ljósari tíðum. Eg hevði neyvan sjálvur valt februar sum mín yndismánað, men eg má geva manninum rætt. Vit eru nú komin gjøgnum ta myrku tíðina og ljósið vinnur á myrkinum. Náttúran vaknar úr vetrardvala, og byrja vit av álvara at síggja ljós fyri framman. Tó kann tað framvegis vera regn, vindur ella kavi, so man skal hugsa seg um áðrenn man skiftir til summardekk.
Á Grækarismessu syngja vit: Tjaldur, ver vælkomið til okkum heim, frá ókendum, fjarskotnum londum! Tú bert okkum boð um ein ljósari dag, at nú er brátt summar í hondum.
Tjaldrið, tjóðfuglur okkara, ber boð um, at várið er komið. Tjaldrið er hjá okkum Føroyungum ein ímynd av várinum og ljósinum, sum basir myrkrinum. Við vári og ljósi kemur vón, og á Grækarismessu kunnu vit siga, at vit ganga ímóti ljósari tíðum. Av øllum heiðafuglum okkara kemur tjaldrið fyrst – men fleiri og fleiri tjøldur eru vorðin so heimkær, at tey eru her alt árið. Onkur borgarstjóri vildi kanska sagt, at tey vóru vorðin meiratjóveldissinnaði. Í hvussu er koma tjøldrini fyrr og fyrr og fleiri og fleiri vera verðandi hjá okkum alt árið. Sum oftast síggi eg fyrsta tjaldrið 1. januar og ongantíð havi eg sæð so nógv á vetri sum í ár. Bæði her á Skálafjørðinum, við Streymin og aðrastaðni. Á vetri eru tjøldrini kvirr, men tá fyrsta klippið hoyrist, so kennist tað sum váríð er á veg og ein heit og fjálg kensla fer gjøgnum allan kroppin. Fyrsta klippið hoyrdi eg í ár á Sandi í februar, meðan vár og vetur bardust um valdið – ella skuldi man siga tobbast um valdið - og tann bardagin er ikki av enn. Men hví er tað júst tjaldrið vit fagna og ikki likkuna, spógvan, staran ella ein annan fugl?
Ein orsøk er, at tjaldrið er ein sera vanligur fuglur í Føroyum. 1000vís av pørum reiðrast her á landið, ja, fleiri pør fyri hvønn ferkilometur. Vit skulu sostatt ikki ganga leingi í haganum áðrenn vit síggja ella hoyra eitt tjaldur á sumri. Umframt at tjaldrið er ein vanligur fuglur, so er tað eisini sera vakurt á at líta. Svartur og hvítur við reyðum nevið og ljósareyðum beinum - tað er avgjørt ein av vakrastu fuglunum her á landið.
Men tjaldrið hevur tað fram um nógvar aðrar fuglar, at hann verjir sítt búøki væl móti ránsfuglum - og hetta fáa aðrir heiðafuglar ágóðan av. Tá kráka, ravnur ella kjógvi koma framvið, so kemur tjaldrið beinanvegin og jagstrar fuglarnar burtur, ið vilja rana reiðrið. Hetta ger eisini, at nógvur heiðafuglur fegin reiðrast nærhendis tjaldrinum, tí har er tryggleiki og verja at fáa hjá teimum veikaru fuglunum. Hetta hevur Nólsoyar Páll yrkt um í fuglakvæðnum yngra, har niðurlagið ljóðar so: Fuglin í fjøruni, við sínum nevi reyða mangt eitt dýr og høviskan fugl, hevur hann greitt frá deyða. Fuglin í fjøruni.
Sostatt kann tjaldrið eisini vera ein fyrimynd hjá okkum. Vit mugu verja náttúruna. Ikki soleiðis at vit skulu skjóta allan ránsfugl ella burturbeina eina og hvørja hóttan móti ávísum fuglasløgum. Tað skal náttúran sjálv klára. Ránsfuglar eru týðandi partur av okkara náttúru og spæla ein týðandi leiklut í vistskipanini. Javnvágina millum ránsfugl og annað fugl finnur náttúran best útav sjálv. Uppgáva okkara er at verja náttúruna og hennara margfeldni. Og tað er júst eitt margfeldni vit uppliva, tá bæði skúgvur, kjógvi, ravnur, kráka, smyril, stari, heiðafuglur og sjófuglur kunnu støðast í okkara landi.
Tó kunnu vit eisini gera nógv fyri at bøta um støðuna í okkara náttúru. Land og kommuna kunnu gera nógv fyri at verja náttúruna, so bæði menniskju og náttúra trívast. Náttúruperlur mugu ganga leysar av stórum byggiverkætlanum, vátlendi og mýrar mugu virðast og verjast, hóast tey ikki geva fíggjarliga inntøku og ferðsla í viðkvomum økjum má skipast við at gera gøtur hjá fólki at ganga eftir – Toftavatn er eitt gott dømi um hetta. Við fyriliti og skinsemi er pláss fyri bæði fólki og ríkari náttúru her á landi. Men hetta krevur vitan um náttúruna. Vit mugu fara út í náttúruna. Uppliva fuglar og djór. Læra um tey. Tí vitan um náttúruna skapar kærleika til hennara og eru vit góð við náttúruna vilja vit eisini verja hana. Mín vón er, at vit brúka náttúruna. Lat teg bertaka av bringureyðanum í urtagarðinum, sum kann koma heilt nær at tá tú fert at grava. Gev gætur eftir tí løgna látinum frá æðublikinum, sum reypar fyri bøguni og toyggir seg, flaksar og nærum dansar, fyri at bøgan skal varnast hann. Lurta eftir ravnagorrinum í fjøllunum, tá ravnarnir kappast um búplássini og teir gomlu ravnarnar reka ungarnar frá í fjør burtur, so teir kunnu reiðrast av nýggjum. Kanska tú sært kópin, sum sólar sær á skerinum ella haruna, sum fjalir seg millum lyngin við Toftavatn? Hvør veit? Kanska tú enntá finnur ein heilt sjáldsaman fugl, sum ikki er skrásettur í Føroyum áður? Náttúran vaknar nú úr vetrardvala og bjóðar okkum á vitjan. Burtur frá larmi, skermum, krøvum og stúran – uttan at tað kostar eitt klovið oyra. Bjóðar okkum at liva og uppliva eina løtu, sum bert er til beint nú og aldri kemur aftur. Tekur tú av innbjóðingini?
Grækarismessa verður hildin til minnis um páva Gregorius ella Grækaris hin Mikla. Hann gjørdist pávi í ár 590, og doyði hann tann 12. mars ár 604, og varð hann skýrdur halgimenni stutt eftir. Grækaris var væl umtóktur andaligur leiðari. Hann var m.a. kendur fyri fyri sítt vælgerandi arbeiði millum flóttafólk og fátøk í Róm. Hann hevði samkenslu við tey og skipaði fyri, at tey fátæku fingu mat og hjálp. Tað sigst, at hann settist ikki til borðs, fyrr enn tey fátæku høvdu fingið føði. Við hesum gerðum vann hann hjørtuni hjá mongum rómverjum og gjørdist ein fyrmynd fyri eftirtíðina.
Lívið hjá Grækarisi, sum merkir hin árvakni, kann tala inn í okkara tíð. Lív hansara minnir okkum á, at vit eiga at vísa næstrakærleika og hjálpa teimum, sum eru fátøk ella hava trupul kor. Líka sum tjaldrið verjir fuglar, sum ikki hava styrki til at verja seg sjálvar, so mugu vit hjálpa ikki bert náttúruni, men eisini menniskjum. Materialisman - eitt lív har dentur verður lagdur á ogn og ríkidømi - kann doyva okkum á ein slíkan hátt, at vit leggja størri dent á egnan tørv og ynskir, enn á tørvin hjá næstanum. Latið okkum tí vera árvakin eins og Grækaris, so at vit altíð eru tilreiðar at veita hjálp, og á tann hátt skapa vón og virðing hjá næstanum.
Men alt hetta krevur nakað av okkum. At vit brúka okkara tíð. Og kanska er hetta ein hin størsta avbjóðingin fyri okkum í 2025. Vit hava so nógv um at vera alla tíðina. Tí vil eg enda við eini áheitan um, at vit, nú dagarnir gerast longri, finna tíð til hvønn annan - til okkara familju og børnum. Og at vit geva okkum tíð til at njóta ta vakru náttúruna, sum Gud hevur signað okkum við her á landi. Tíðin er ein gáva eins og náttúran. Lat okkum brúka hesar gávur og vera takksom fyri tær.
Takk fyri!
Seinastu tíðindi



