Jólaskipið kemur á Runavík leygardagin

13. desember 2024

Nú hava vit frætt frá skipara og manning umborð á jólaskipinum. Teir boða frá, at Jólaskipið leggur at við bátahylin í Runavík leygardagin 14. desember kl. 16:30.

Saman við jólamonnunum gongur leiðin frá havnalagnum niðan til Jólabýlingin við Løkin. Økið er prýtt við perum og smáu jólasmáttunum. Ein pallur er uppsettur nærindis har jólamennirnir og nissugenturnar fara at framføra. Umframt kakao og bollar bjóða jólamenninir eisini okkurt gott til børnini.
Fleiri parkeringspláss eru í økinum, men av tí at eitt stórt tiltak er í Løkshøll, verða helst ongi tøk parkeringspláss við skúlan.

Flestu handlar í økinum hava opið til kl. 20.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Visit Runavík

Seinastu tíðindi

18. desember 2024
Kommunuskrivstovan um jóla- og nýggjárshøgtíðina
20. desember 2024
Runavíkar kommuna á Jobmatch
20. desember 2024
Skeið í føroyskum sum annaðmál byrjar í januar 2025
20. desember 2024
Ruskplássið í Runavík um jólini