SKÁLA KIRKJA:

07. desember 2024

”Vit syngja jólini inn” sunnukvøldið 8. des. 2024 kl. 18

Á skránni eru kendir jólasálmar og jólahugleiðingar frá Annu Jacobsen - skálagentan, sum bleiv leirvíkskona.
Afturvendandi tiltakið ”Vit syngja jólini inn í Skála kirkju” verður komandi sunnukvøld kl. 18. Sungnir verða góðir, kendir jólasálmar – bæði eldri og nýggjari – við fjølbroyttum undirspæli, sum lokalir tónleikarar taka sær av.
Eisini fer Anna Jacobsen, uppvaksin á Skála og búsitandi í Leirvík, at hava jólahugleiðingar. 40 ára gomul var hon útlærd sum sjúkrarøktarfrøðingur. Hon hevur fyri tað mesta arbeitt í heimarøktini. Í tveimum umførum hevur hon eisini arbeitt sum sjúkrarøktarfrøðingur í Grønlandi.
Umframt arbeiði, hús og heim, børn og ommubørn hevur Anna nógv spennandi áhugamál: t.d. at vera í báti, at ganga á fjøllum – hon hevur verið á øllum teimum 340 føroysku fjallatindunum – og so hevur hon eisini í heyst gingið 242 km longu Camino-rutuna í Portugal.
Streingjakórið í Meinigheitshúsinum á Skála, sum nú í heyst hevði 45 ár á baki framførir eitt jólalag og syngur harafturat kór-røddir til 4 av teimum 8 felagssálmunum, sum eru á skrá til løtuna.
Tiltakið varir væntandi ein góðan tíma, og aftaná bjóðar kirkjuráðið drekkamunn í hugnaliga kirkjukjallaranum við rísalamang afturvið.
Fyrireikararnir vóna og vænta, at nógv fólk koma við til hetta jólaliga tiltak, sum sjálvsagt er ókeypis.

Seinastu tíðindi

18. desember 2024
Kommunuskrivstovan um jóla- og nýggjárshøgtíðina
20. desember 2024
Runavíkar kommuna á Jobmatch
20. desember 2024
Skeið í føroyskum sum annaðmál byrjar í januar 2025
20. desember 2024
Ruskplássið í Runavík um jólini