Rimmar tiltak í Runavík hetta vikuskiftið

30. oktober 2024

Talan er um Býaarskáan, ið er stóra heysttiltakið í økinum. Skipað verður fyri einum longum vikuskifti, har fólk kunnu keypa jólagávurnar í góðari tíð fyri tilboðsprísir, eta góðan mat og uppliva ymisk pop-up tiltøk.

Handilslívið setur hol á eina rimmar jólasølu við ørgrynnu av tilboðum, kappingum og undirhaldi. Afturat jólasøluni í ymsu handlunum ber m.a. til at taka eina jólamynd inni á Visit Runavík, eta lekkran mat á Street Food økinum, hoyra søgur á Bókasavninum, síggja listaframsýning í Gulu Smiðju, fara til stand-up, bókaprát og konsert í Løkshøll og uppliva pop-up marknaðin í gamla býráðssalinum.

Handlarnir hava opið frá kl.10:00 til miðnátt leygarkvøldið 2. november og frá kl.14:00 til kl. 20:00 sunnukvøldið 3. november.

Tann stuttliga og afturvendandi stempulkappingin hjá handilslívinum verður eisini, og vinningurin er - sum altíð - góður!

Kunning um tiltøkini er at síggja á byarskain.fo og á facebook vanganum; “Býarskái í Runavík”.

 

Kom og ger kvettið, tak tær av løttum ella tryggja tær atgongumerki til eitt spennandi tiltak, nú Runavíkin veruliga spílar seg út fyrsta vikuskifti í november.

- Visit Runavík

Seinastu tíðindi

02. juli 2025
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri alla familjuna!
02. juli 2025
Ruskplássið í Oyndarfirði
27. juni 2025
Føroyar-Portugal í Løkshøll
25. juni 2025
Rottangatøming í Rituvík og Æðuvík