Eykakonsert við Beinir í Løkshøll

01. oktober 2024

Tað gongur strálandi hjá unga gávuríka Beinir; fríggjakvøldið 27. september trein hann á pallin í sendingini 'Vild med dans', og við eyðsýndari spæligleði framførdi hann sangin 'Call Me A Dreamer' og lat ongan iva vera um, at hann glógvar og stórtrívist á pallinum.

Nú fáa enn fleiri føroyingar høvi at uppliva Beinir á palli, tá ið hann kemur heim saman við orkestrinum hjá sær. Konsertin, sum er á skránni leygarkvøldið 23. november í Løkshøll er nærum útseld og avgerð er tí tikin um eina eyka konsert fríggjakvøldið 22. november.

 

Beinir er búsitandi í Danmark og fylgir sínum tónlistarligu dreymum. Ikki kann sigast annað enn, at tað gongur sera væl hjá evnaríka og málrættaða sangaranum og sangskrivaranum. Í 2023 kom fyrsta staklagið "Greener" út á marknaðin, og higartil í ár hevur hann givið trý onnur stakløg út av heildarútgávuni, ið er ávegis. Samanrenningin millum fangandi løg, vælklingandi rødd, serliga spæligleði og pallnærveru er júst hin rætta fyri, at vit kunnu vænta okkum tvær megnar konsertir við Beinir í Løkshøll.   

 

Atgongumerki á 225 kr (+ avgjald) á loksholl.fo

Seinastu tíðindi

18. desember 2024
Kommunuskrivstovan um jóla- og nýggjárshøgtíðina
20. desember 2024
Runavíkar kommuna á Jobmatch
20. desember 2024
Skeið í føroyskum sum annaðmál byrjar í januar 2025
20. desember 2024
Ruskplássið í Runavík um jólini