Rottangatøming í Søldarfirði og á Skipanesi

29. august 2024

Reinsitænastan hjá IRF fer nú undir at tøma rottangar í Søldarfirði og á Skipanesi.

Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá IRF, at rottangarnir eru klárir, tá ið teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.

Tað er sera týdningarmikið, at tit ikki sjálvi loysa lokið á rottanganum, tí tað kann verða vandamikið, um opið er niður í rottangan. Harafturat kunnu skrúvur og annað blíva burtur. Tí skulu okkara rottangamenn loysa lokið á tanganum og festa tað aftur, tá ið arbeiðið er liðugt.

IRF heitir á fólk um at tryggja:

- at tangin er lættur at koma til
- at tað er grivið væl frá rundan um lokið
- at lokið er væl fest, men lætt at loysa
- at lokið er trygt og heilt
- at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt

Eru omanfyri nevndu viðurskifti ikki í lagi, verður tangin ikki tømdur. Meira kann lesast um hetta á www.irf.fo/rottangatoming/

Reglugerðin sigur harumframt, at eigarin av rottanganum hevur til eina og hvørja tíð ábyrgd av, at tangin er í góðum standi og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Hetta inniber millum annað, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir at hann er tømdur.

Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum.

 

IRF

Seinastu tíðindi

09. januar 2026
Ein bygd í bygdini – kunngerð av vinnara av verkætlanarkappingini
09. januar 2026
Viljin er alt - grundin er sterk
09. januar 2026
Góðar umstøður til góð starvs­fólk
09. januar 2026
Enn eru pláss fyri tilmeldingum til kvøldskúlaskeið, ið byrja í 2026