Rottangatøming í Runavík

15. august 2024

Í næstu viku (viku 34) byrjar IRF at tøma rottangar í Runavík,

Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá IRF, at rottangarnir eru klárir, tá teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.

Tað er sera týdningarmikið, at tit ikki sjálvi loysa lokið á rottanganum, tí tað kann verða vandamikið, um opið er niður í rottangan. Harafturat kunnu skrúvur og annað blíva burtur. Tí skulu okkara rottangamenn loysa lokið á tanganum og festa tað aftur, tá ið arbeiðið er liðugt.

IRF heitir á fólk um at tryggja:

- at tangin er lættur at koma til
- at tað er grivið væl frá rundan um lokið
- at lokið er væl fest, men lætt at loysa
- at lokið er trygt og heilt
- at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt

Eru omanfyri nevndu viðurskifti ikki í lagi, verður tangin ikki tømdur. Meira kann lesast um hetta á www.irf.fo/rottangatoming/

Reglugerðin sigur harumframt, at eigarin av rottanganum hevur til eina og hvørja tíð ábyrgd av, at tangin er í góðum standi og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Hetta inniber millum annað, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir at hann er tømdur.

Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum.

Seinastu tíðindi

10. september 2024
Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið 50 ár
10. september 2024
Eldraøkið 10 ár á baki í kommunala geiranum
09. september 2024
Eldur í Glyvra skúla
09. september 2024
Tveir sløkkiliðsmenn heiðraðir