Gerðisvegur

10. juli 2024

Í morgun skrivaðu Eyðstein Skipanes og Tórbjørn Jacobsen, fyri ávikavíst Spf. Voyt og Runavíkar kommunu, undir arbeiðstakarasáttmála um at fremja størri umvælingar á Gerðisvegi í Saltangará. Spf. Voyt átti lægsta boðið av fleiri.

Í fleiri ár var arbeitt við at fáa Gerðisveg, sum upprunaliga er ein gamal útstykkingarvegur, umvældan og dagførdan. Stígur kom í arbeiðið fyri nøkrum árum síðan, men nú er ætlanin at gera á leið helmingin av umvælingini av tí sum er eftir av teininum út hagar sum Gerðisvegur og høvuðsvegurin til Rituvíkar og Æðuvíkar møtast, dygst omanfyri Bylgjuna.

Sáttmálin kostar slaka hálva triðju millión krónur. Fyri tey sum ikki eru staðkend í økinum er tað at siga, at teinurin sum nú skal umvælast er í økinum omanfyri havnarlagið í Runavík/Saltangará.

Sigrid J. Dalsgaard hevur fyrireikað verkætlanina fyri Teknisku deild hjá Runavíkar kommunu. Dinna Jensen tók myndirnar.

Seinastu tíðindi

17. september 2025
Økir til íbúðarbygging á Skála til sølu
16. september 2025
Jarðhiti í Søldarfirði
15. september 2025
Kvøldskúla­skráin í Runavíkar kommunu veturin 2025/­26 er klár
13. september 2025
Heimapartar frá grindini í Fuglafirði.