Summarkvøld við Toftavatn
07. juli 2024
Mánakvøldið 8. juli kl. 18 er tiltakið summarkvøld við Toftavatn aftur á skrá. Summarkvøld við Toftavatn er eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um.
Farið verður avstað av tveimum støðum kl. 17.50: frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði. Í ár hugleiðir Alfred Olsen, fyrrverandi løgtingsmaður. Dania O. Tausen syngur.
Talan er um eitt sera hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak, har matur og okkurt at drekka verða at fáa ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Nes og Runavíkar kommunur
Seinastu tíðindi
08. september 2026
Kunning frá Landsverk
04. september 2026
FM í súkkling runt Skálafjørðin
01. september 2026
Nívir teg skuldin?
31. august 2026
Eigur tú eldri myndir av eldsløkking?