Stongt á Heiðavegi í samband við Eystanstevnuna

03. juli 2024

Í samband við Eystanstevnuna verður Heiðavegur stongdur hóskvøldið 4. juli kl. 18.00 og verður latin uppaftur sunnukvøldið 7. juli kl. 23.00 Stevnuøkið verður á Heiðavegi, við Gulu smiðju. Í tí sambandi er neyðugt at steingja Heiðaveg fyri gjøgnumkoyring á strekkinum frá handlunum East og Blákrossbúðini í syðra enda og norður til Radiobúðina.

Skelting verður sett upp, sum vísir til blindveg, í báðum endum av Heiðavegi, og avsperring verður gjørd á nevndu støðum. Gjøgnumgangandi ferðslan verður beind eftir Fjøruvegnum (og Gulasteinsvegi). 

Seinastu tíðindi

01. oktober 2024
Eykakonsert við Beinir í Løkshøll
30. september 2024
Kvøldskúlin í vetur
25. september 2024
Hannes Heimission vitjar Runavíkar kommunu
23. september 2024
Rúmdar­maður vitjar Runavíkar kommunu