Ruskplássini í Runavíkar kommunu stongd eina viku afturat

28. juni 2024

IRF arbeiðir enn við at koma upp undan við at hagreiða alt burturkastið, sum hópaði seg upp undir verkfallinum. Tað er neyðugt at leingja hetta tíðarskeiðið eina viku afturat, tí allar móttøkustøðir hjá IRF eru enn fullar. Vit vóna, at tit vísa tolsemi, meðan arbeitt verður við at koma uppundan.

Í síðstu viku komu vit við eini áheitan á limakommunurnar um at steingja endurvinningarplássini frá fríggjadegnum 21. juni og fyribils eina viku fram (sí teldupost niðanfyri).


Kunning frá IRF tann 19. juni 2024

Sera nógv burturkast hópaði seg upp tær fýra vikurnar verkfallið vardi. Síðan verkfallið var av, hevur IRF sett eyka orku inn og hevur raðfest at heinta burturkast frá húsarhaldum og stovnum, so nú koyrir alt sum vanligt aftur á teimum økjunum.

Nógv burturkast er komið inn á endurvinningarplássini kring landið og hesi eru eisini tømd eina til tvær ferðir seinastu vikuna. Tilvitað hevur IRF ikki tikið móti burturkasti frá vinnukundum, sum nú hava bíðað í 5 til 6 vikur og tí verður neyðugt hjá IRF at raðfesta hetta nú. Í løtuni koyrir brennistøðin við fullari ferð alt samdøgrið, men hóast tað, ber ikki til at brenna alt burturkast frá fýra vikum í eina viku. Tí má okkurt bíða eitt sindur og  javnast út yvir tær komandi vikurnar.

IRF heintar ikki burturkast frá endurvinningarplássum kring landið í komandi viku og heitur tí á allar limakommunur um at steingja endurvinningarplássini frá fríggjadegnum 21. juni og fyribils eina viku fram.

Runavíkar kommuna hevur  valt at fylgja áheitanini frá IRF.  Boð koma á heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu við kunning um nær ruskplássini lata upp aftur.

Vit vóna, at víst verður tolsemi, meðan arbeitt verður við at koma uppundan við burturkastinum.

 

Seinastu tíðindi

11. juli 2024
65 & 35
11. juli 2024
Gróðursetu­fólk á Lambareiði
11. juli 2024
Jarðhita­skipan á Glyvrum
11. juli 2024
Ferðamanna­skip