Føroya Handverksmeistarafelag framt brot á kappingarlógina

07. mars 2024

Kappingarráðið tók á fundi tann 26. februar 2024 avgerð um, at Føroya Handverksmeistarafelag hevur framt brot á kappingarlógini við at noktað sínum limum at bjóða uppá útboðið av svimjihøllini hjá Runavíkar kommunu.

Formaðurin í Kappingarráðnum, Heri Joensen, sigur:

“Føroya Handverksmeistarafelag hevur fleiri ferðir roynt at fáa Runavíkar kommunu at broyta útboðshátt, og hevur tískil avlagað kappingina.

Somuleiðis hevur Føroya Handverkmeistarafelagið avmarkað kappingina við at nokta undangóðkendu fyritøkunum Articon, Búsetur og M T Højgaard at bjóða uppá svimjihøllina."

Málið snýr seg um, at Runavíkar kommuna ynskti at fáa tilboð frá trimum undangóðkendum fyritøkum, ið vóru P/f Articon, Sp/f Búsetur og P/f M T Højgaard uppá byggiverkætlanina av nýggjari svimjihøll í Runavík.

Føroya Handverksmeistarafelag vendi sær fleiri ferðir til Runavíkar kommunu fyri at fáa Runavíkar kommunu at broyta útboðshátt og útboðstilfar. Men tá ið hesar broytingar ikki vóru mettar nøktandi, noktaði Føroya Handverksmeistarafelag limum sínum; P/f Articon, Sp/f Búsetur og P/f M T Højgaard, bæði tann 8. desembur 2020 og aftur tann 8. novembur 2021, at bjóða uppá svimjihøllina í Runavík.

Við at nokta limum sínum at bjóða uppá útboðið hjá Runavíkar kommunu, hevur Føroya Handverksmeistarafelag samskipað atferðina hjá limum felagsins, og samskipað eitt felags boykott av útboðnum hjá Runavíkar kommunu. Kappingareftirlitið metir tí, at Føroya Handverksmeistarafelagið hevur brotið ásetingina í § 6, stk. 1 sbrt. § 6, stk. 3 í kappingarlógini.

Kappingareftirlitið metir eisini, at P/f Articon, Sp/f Búsetur og P/f MT Højgaard hava brotið ásetingina í § 6, stk. 1 í kappingarlógini, tá ið feløgini tann 8. november 2021 fylgdu boðum frá Føroya Handverksmeistarafelagnum og saman boykottaðu útboðið við at ikki lata boð inn til útboðið av svimjihøll hjá Runavíkar kommunu

Les avgerð frá Kappingarráðnum her (pdf).

Seinastu tíðindi

22. mai 2024
Útboð - Hjallavegur suður - íbúðarbygging og vegagerð
21. mai 2024
Ruskpláss
21. mai 2024
Styrkisambandið og Runavík vertir fyri NM 2024 í vektlyfting
16. mai 2024
Úr Oyndarfirði til Bangladesj