Jens Wedeborg vitjar borgarstjóran

15. februar 2024

Við kappingarlok í fjør varð tað staðfest, at bæði fótbóltsfeløgini í Runavíkar kommunu, Skála og NSÍ, aftur gjørdust partar av bestu deildini, eftir at hava verið niðri í næstbestu deildini og vent í eitt ár.

NSÍ valdi í vetur at seta Jens Wedeborg úr Karlskrona í Svítjóð í starvið sum høvuðsvenjari. Eftir at hann hevur verið virkin í starvinum síðan ársskiftið, og eftir nakrar venjngardystir, kom hann á gátt hjá borgarstjóranum í dag.

Í tveir tímar fingu teir høvi at venda nógvum lutum í fóbóltsheiminum, í Føroyum og uttanlands, og aðrir samfelags- og politiskir spurningar vóru eisini uppi og vendu.

Venjarin lat rímiliga væl at støðuni hjá NSÍ, men hevði kortini onga viðmerking til tað, at borgarstjórin týsdagin - á Rás2 - hevði mett, at NSÍ hevði ein møguleika fyri at gerast no. 4 í Betri deildini.

Seinastu tíðindi

09. januar 2026
Ein bygd í bygdini – kunngerð av vinnara av verkætlanarkappingini
09. januar 2026
Viljin er alt - grundin er sterk
09. januar 2026
Góðar umstøður til góð starvs­fólk
09. januar 2026
Enn eru pláss fyri tilmeldingum til kvøldskúlaskeið, ið byrja í 2026