Álit og eftirlit

05. februar 2024

Røða, sum borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, helt, nú Dátueftirlitið hevði almenna móttøku á Heiðavegi 25 í Saltangará.

Í eini eftirgjørdari legghøll, í einum av heimsins gitnastu metropolum, liggur eitt hundrað ára gamalt útstappað lík. Tað var hin 21. januar í 1924 at marxistiski lærusveinurin og kollveltingarligi ástøðingurin Vladimir Ilyich Ulyanov, vanliga róptur Lenin, foyktist úr jarðarlívinum í einum summarhúsi í Gorki sunnanfyri Moskva. Russar gjørdu hendan 100 ára dagin at kalla onki burturúr hesum, og bara sporadiskt hoyrdist um, at okkurt varð gjørt burturúr, eitt nú í Havanna, har kollveltingarstjórnin í øllum trotinum og treganum framvegis heldur fast um tesur hansara. Tað var Lenin sum segði tey víðagitnu orðini: Eftirlit er betri enn álit. Um sovjetskipanin yvirhøvur kundi brúkast sum skipan undir einum samfelag, er ilt at siga, men vantandi álit og eitt ovurhonds eftirlit við egnum borgarum, endaði sum vera man við eini totaliterari skipan, har ein einsamallur politiskur flokkur hertók statin frá fólkinum, - gøllhelt honum. Helmingurin av fólkinum, umframt her- og njósnaravald, hevði eftirlit við hinari helvtini, til tess at tryggja einum pontifex maximus valdið handan múrarnar í Kreml, og tað slapst ikki undan einum kollapsi, samfelagið endaði sum ein rimaleysur hjallur, rotið stóð í nasarnar, har var onki álit eftir – bara eftirlit.
 
Tey fæstu kennast við navnið Eric Arthur Blair, men tey flestu kennast helst við navnið George Orwell. Ein og sami maður. Bretskur rithøvundi og journalistur. Ein sjáldsama framsíggin maður, og mong eru tey, sum hava lisið bøkurnar Napoleon kammerátur (Animal Farm) og 1984 (Nineteen Eighty-Four). Orwell doyði av bróstsjúku hin 21. januar í 1950 og gjørdist bert 46 ára gamal. Framtíðarsjón hansara skuldi í ólukkumáta ganga út. Bøkurnar eru í stóran mun allegoriur um Sovjetstatin, hin fyrra um kollveltingina og hin seinra um stalinistiska einaræði, men ongin ivast í, at bókin 1984 eisini er profetisk um tað samfelagið, ið væntast kundi hjá okkum í hini vestaru hemisferuni. ”Big Brother is watching you” man vera kendasta hugtakið úr dystopisku skaldsøgu hansara 1984. Mong ivast í heitinum, men tá bókin varð skrivað í 1948, útgivin í 1949, halda tey flestu, at hann bert snaraði faktorunum 48 til 84, og fekk sær harvið hin neyðuga skáan til framtíðarsjón sína.
 
Tøkniliga menningin hevur á mangan hátt verið eitt vælsignilsi fyri mannaættina, og samstundis sum sagt verður, at hon er góður tænari, eru tey flestu samd um, at hon er ein ringur harri. Tey flestu, sum nú eru uppi á døgum, hava livað og virkað saman við hesi menningini, ikki minst vit, sum í eitt drúgt áramál hava havt okkara gerandisdag á sjónum. So tógvin hevur tøknin verið í maritimu innrásini, at hildið verður ikki, at navigatørar longur hava tørv á at læra astronomiska siglingarlæru, tøknin yvirhálaði hana í innara svinginum.
 
Seinri kom tøkniliga revolutiónin, har ið allur heimurin varð knýttur saman á alnótini. Fyri okkum, sum framvegis hava skrivimaskinuna standandi úti undir væðingini – á ovasta lofti – við rættingarbandi og tvítaksblekki – var hetta ein sonn avbjóðing. Møtimikið. Skuldi man ikki gerast eftirbátur, í samfelagnum yvirhøvur, var neyðugt at broyta kós. At leggja um. Vit gjørdust øll ein partur av talgilda heiminum, um vit ynsktu tað ella ikki. Umframt at leggja trýst á konservativa siðvenju, tóku meginregluligir spurningar seg upp, um individi nú skuldi leggja seg víðopið frammanfyri talgilda altarinum. Hetta sást serliga væl í Føroyum, táið Føroya løgting fyri einari fjerðingsøld síðan fekk fram ímóti 10 túsund undirskriftir frá fólki, ið ynsktu p-talið har sum piparið grør. Systemið gjørdi seg inn á persónliga frælsi, varð hildið, men lítið munti, talgildingin fór rullandi sum ein asfalttrumla fram á leið, skeitti hvørki til høgru ella til vinstru, og vit endaðu øll í eini kollektivari bráðpannu, í meiri ella minni almennum skráum, har ið big brother so at siga hevði frítt at fara. Hetta hendi altso í tí, sum vit vanliga rópa fyri hin frælsa partin av heiminum. Onki hoyrdist aftur til tær 10 túsund undirskriftirnar, eisini tær fóru í eitt við asfaltið, og helst eru fleiri teirra í dag stórbrúkarar av møguleikanum, sum tá kendist teimum so andstyggiligur. Sum yrkjarin Rói Patursson tók til á sinni: Tað lekur millum teori og praksis.
 
Og tað er júst har vit eru í dag. Tað lekur millum teori og praksis.
 
Álop og verja. Tesa og antitesa. Georg Wilhelm Friedrich Hegel sveimar aftur onkustaðni í farvatninum. Ovurhonds stóra framsóknin hjá talgilda heiminum krevur eina verju, skal hon ikki fáa óhepnar avleiðingar. Tað hava føroyskir politikarar eisini hildið, tí fingu vit eina nýggja dátuverndarlóg fyri góðum trimum árum síðan. Hon hevur sum endamál at áseta reglur um vernd av einstaklingum í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum, og reglur um frían flutning av persónsupplýsingum. Ikki hissini verkevni, nú hendan ósjónliga ferðslan syftist um oyruni á okkum dag og dagliga.
 
Í kjalarslóð lógarinnar mátti eitt eftirlit koma, annars hevði júst hendan lógin munað lítið sum verja hjá okkum verjuleysu, táið tað snýr seg um misnýtslu í ymsum brigdum á talgilda pallinum. Havi, við míni evarska lítlu vitan, varhugan av, at eftirlitið hevur tak á støðuni, tað virkar, tí støðugt hoyrist frá átalum og revsingum fyri ólag og óskil, táið um dátur og skráir viðvíkur. Nú er Dátueftirlitið flutt inn á Heiðaveg 25 í Saltangará, og tað skal ongin loyna vera, at borgarstjórin vegna kommununa og býráðið fegnast almikið um, at hetta bar til, at landsmyndugleikin valdi at leggja høpið í eitt øki, sum ikki er yvirbefongt við almennum virksemi frammanundan. Tesan er talgilda flóðin, antitesan er verjan og syntesan verður so vónandi ein skilagóð nýtsla av snildari tøkni, sum eisini kann vera menniskjum og samfelag til gagns og nyttu.
 
Nú havi eg livað tvey ógviliga ymisk lív. Hvørt meiri spennandi enn annað. Í maritima elementinum og á politiska pallinum. Í hinum fyrra kom tað fyri, at vit frekventeraðu ein stat miðskeiðis í Europu. DDR. Eysturtýskland. Bygnaðarliga hildin at vera máttmiklasti statur í heiminum. Sørur fyri álit og á tremur við eftirliti. Annarhvør njósnaði annanhvønn. Teir bygdu ein múr fyri at verja eitt unikt system, idealsamfelagið, og brádliga ein dag støkk alt sundur í tógvar lutir av vantandi áliti. Teir skiltu ikki neyðugu javnvágina millum álit og eftirlit, eltu slóðina hjá Lenin, og ein statur í okkara heimsparti hvarv av heimskortinum sum døgg fyri sól. Sum Lukas tók til, teir kendu ikki vitjanartíð sína. Í afturhvarvinum hugsaðu teir kanska sum Bertold Brecht, ið so glósandi tók til: Teir áttu í góðari tíð at havt skift fólkið út - heldur enn seg sjálvar. Samrakstrarmátturin í einum samfelag stendur á áliti og ikki á eftirliti. Álitið er neyðuga kittið – meðan eftirlitið skal forða fyri at álitið foykist. Bara soleiðis fæst eitt samfelag at fungera.
 
Alt kendist so sára jomfrúuligt, táið vit fyrstu ferðina – fyri fjerðingsøld síðan ella meiri - settu okkum við kompjútarin – seinri telduna. Høgligari enn skrivimaskinan, sum nú stendur uppi á ovasta lofti. Teldan var tænarin, og tú var harri hennara. Síðan er so mangt viðurfarist, brádliga ein dagin var tú syftur inn í eina frumskóg av talgildari undirstøðu, har ongin endi tóktist vera á møguleikunum, - ein flogbugur sum ongantíð nam við aksan. Fyrrverandi grikski figgjarmálaráðharrin Yanis Varoufakis hevur skrivað eina áhugaverda bók um evnið undir heitinum: ”Technofeudalism – What Killed Capitalism.”
 
Fyrr var hóast alt okkurt hóskiligt samband millum framleiðarar/seljarar og keyparar/brúkarar. Hesir fyrru manipuleraðu kanska á tann hátt, at teir dyrkaðu tørvin og stýrdu atferð okkara, har var um ikki annað onkur interaktión millum menniskju í hesum transaktiónunum. Nú er annað lag, nú eru tað sjálvvirkandi algoritmur sum taka til í megi, hvørjaferð vit stempla inn á alnótina, og sum í stóran mun stýra okkum, og vit fáa ikki mótmælt tíansheldur eiga vit møguleikan at velja frá, táið vit øll eru vorðin finnur í einum talvi sum er avgjørt frammanundan.
 
Alt er pseudo, avgerðin er tikin fyri okkum, vit enda í skáki og máti, líkamikið hvat ið vit gera. Varoufakis rópar hetta fyri ”cloud kapital” og kallar techgigantarnar fyri feudalar jallar. Hann hugsar um Google, Facebook og Amazon. Demokratiski tyngdarmátturin hevur slept teimum, ella rættari, teir hava lagt seg í eina heilt serliga sferu omanfyri alt og øll. Omanfyri gerandisdagin og tó í honum. Tað er ikki sum í gomlum døgum, at keyparin tosar við seljaran og hesir sjálvir gera av um tað verður selt ella keypt.
 
Hjá Amazon t.d. tosar tú ikki við seljaran, ein algoritma krøkir teg í ein slíkan, og alt snýr seg um at fáa algoritmur, seljarar og eigarar at ganga upp í eina hægri talgilda eind, soleiðis, at techgiganturin fær sum mest burturúr hesum. Vit eru endað í einum spunavevnaði, sum vit als ikki hava takholt á, og hvørja ferð vit leika okkurt á hesum síðunum, krøkja teir dáta til sín, og akkumulera tær inn í tað sum Yanis rópar ”cloud capital.” Hann viðurkennir megina í algoritmisku megini, men samstundis ræðist hann tað kolossala vald, sum við hesum verður savnað á sera fáum hondum.
 
Løtan er ikki til dómadagsspádómar, løtan er til at hátíðarhalda, at vit – føroyingar - hava knæsett neyðuga eftirlitið við øllum tí, sum onkursvegna gjørdist ein partur av okkara gerandisdegi, um vit vilja tað ella ikki. Hóast vit í ólukkumáta hava tikið eftirlitið hjá Lenin til okkara og endaðu í felluni, spádd av George Orwell, so er at vóna, at eftirlitið megnar at temja ringastu avleiðingarnar av talgildu øldini, og at vit í minsta lagi varðveita neyðuga álitið millum manna og skipanir soleiðis, at samfelagið ikki gongur sundur, - somikið er hent áður.
 
Ein føroyskur yrkjari tók einaferð so sarkastiskt til orðana: Hugnalig øld – atomøldin. Enn stendur verðin kortini, og vit kundu sagt tað sama um okkara tíð: Hugnalig øld – talgilda øldin. Henni fara vit eisini at kneykra, um vit brúka vit og skil og framhaldandi vera harri hennara og ikki tænari hennara.
 
Við hesum orðum fari eg at ynskja stjóranum Tóri Højgaard hjartaliga til lukku við starvinum, ivist onga løtu í at hann er the right man on the right place, og vælkomið skal Dátueftirlitið og starvfólk eftirlitisins vera her í grannalagnum hjá Runavíkar kommunu. Vit hava álit á tykkum og ætla ikki at hava eftirlit við tykkum, mátti hin góði máttur fylgt tykkum í verki tykkara.

Seinastu tíðindi

29. november 2024
Jólatrø verða tendrað
28. november 2024
Runavíkar býráð staðfestir niðurstøðuna hjá valnevndini
26. november 2024
Skatta­listin fyri 2023
25. november 2024
Broytingar í innsavning­ini hesa vikuna