
Røða til jólatræstendring á Skála 2. desember
Hugleiðingar frá Marnari Fríðheim Kristiansen
Góðu skálafólk.
Eg var glaður at verða spurdur um at siga nøkur orð her í dag. Eg eiti Marnar Fríðheim Kristiansen, og eg eri saman við familjuni fluttur til Skála, beint áðrenn summarferian endaði í ár. Eg eri uppvaksin á Skála og búði her inntil 2011. Nú eru vit so flutt aftur til Skála, 12 og eitt hálvt ár eftir at eg flutti hiðani. Og eg haldi at nógv er broytt. Tað er einki at ivast í, at Skála er ein aktiv og livandi bygd. Ítrottarlívið samlar bæði børn, ung og vaksin. Skúlin skarar framúr, og vinnur prísir fyri at leggja dent á umhvørvið. Vit hava Meinigheitshúsið. Vit hava kirkjuna, barnagarðin og vøggustovuna. Vit hava frálík tiltøk, eins og tiltakið í dag á Gamlavegi. Eg kundi nevnt fleiri afturat.
Nú, vit eru flutt úr Havn til Skála, kunnu vit síggja ymiskar munir. Tað ber nokk ikki til at kalla Havnina fyri ein stórbý, men tað eru ávísir munir á at búgva á Skála og at búgva í Havn.
Hesin munurin sæst kanska mest týðuliga, tá vit hyggja at børnunum hjá okkum. Eina dóttir okkara byrjaði í 1. flokki. Tað er ein lítil flokkur. Nú eru onkur børn løgd afturat, men tá hon kom í flokkin, vóru tey fimm børn. Vit spurdu hana, “veitst tú, hvussu nógv børn eru í tínum flokki?” “Fimm”. “Og tjúgu” var hon skjót at svara. Hetta lýsir um nakað, sera væl munin á Havnini og Skála. Frá at vera ein av mongum, til at vera ein av fáum. Og tað er stuttligari at vera ein av fáum. Vit mugu siga, at børnini á Skála hava tikið væl ímóti okkara børnum, og tey trívast væl.
Munin á at búgva á Skála og í Havn uppliva vit eisini, um vit ganga stutta teinin inn í Skálan. Á vegnum, hitta vit fleiri, har vit heilsast á vegnum. Vit vita, hvør hvør annar er, og eru ikki bert partur av einari størri fjøld. Men vit eru partur av einum lítlum samfelagi, har vit koma hvørjum øðrum við. Tað er stuttligt at vera fluttur aftur her til, og at kunna vera ein partur av hesum lítla samfelagnum. Tí var tað eitt sindur serligt fyri meg, tá eg júst eri komin aftur til bygdina, at verða spurdur um at siga nakað her í dag.
Vit tendra í dag ljósini á jólatrænum her á Skála. Vit síggja jólapyntið og ljósperurnar skína, bæði her á trænum, eftir Gamlavegi, og á húsunum runt á Skála. Tá vit hyggja upp á himmalin, eitt stjørnuklárt kvøld, sum í kvøld, síggja vit at sjørnurnar skína bjartari enn aðrar dagar. Tað minnir okkum á, at tað er í myrkasta myrkrinum, at ljósið lýsur bjartast. Tí hóskar tað seg væl, at tendra hesi ljósini eitt stilt og myrkt kvøld sum í kvøld.
Eg ætlaði at siga nakað um, hvat jólini snúgva seg um fyri meg. Tað er kanska ikki tað sama sum hjá øllum tykkum her, men okkurt hava vit til felags.
Jólini snúgva seg um at fáa pakkar. Um at eta góðan mat. Um at dansa um jólatræið. Um at náa at fara til ymiskar konsertir og tiltøk. Um at fara í kirkju. Um at syngja. Um at pynta.
Jólamánaðin er oftani hektiskur, og tað vera oftani praktiskar uppgávur sum koma at fylla nógv á jólum. Men tað eru als ikki hesi ting, eg júst havi nevnt, sum hava týdning.
Fyri meg snúgva jólini seg um kærleika.
Tað ber til at siga, at í stóran mun handla jólini um kærleika. Eg kundi hugsað mær at sett kærleikan í myndamál við ljósini á jólatrænum. Í myndamálið kunnu vit siga at Kærleikin er sum fjálgi hitin, ið merkist frá ljósinum. Kærleikin vermir okkum, og gevur okkum hug og dirvi at fremja gerning okkara, og at liva lív okkara til fulnar.
Vit uppliva kærleikan frá hvørjum øðrum, bæði við at geva gávur til hvønn annan, og við at deila smíl og látur. Og ikki minst við at vera saman eitt sovorið kvøld sum í kvøld.
Á jólum feira vit eisini føðingardag Jesusar, sum á bestan hátt vísur kærleikan frá Guði til okkara. Gud gav okkum son sín, sum er størsta gávan, sum kundi verða givin. Jólinin handla um kærleikan, vit hava til hvønn annan, og gleðina vit fáa harfrá.
Kærleiki kemur til sjóndar á nógvar mátar.
Vit síggja kærleikan okkara millum, um vit hyggja út her í fjøldina. Pør, sum standa saman. Vinir í fylgjast. Systkin, sum spæla saman her, og feira at nú verða skjótt jól. Ein útstrekt hond. Eitt klemm. Eitt kerligt eygnabrá. Fjálgi hitin av kærleikanum, merkist væl her í kvøld.
Umframt at jólini snúgva seg um kærleika, so
snúgva jólini seg eisini um gleði.
Fyri at halda á við myndamálinum um jólaljósini, so er gleðin sum tann bjarta glæman vit síggja í ljósunum, sum lýsir upp á andlitini hjá okkum.
Hvør er betri at lýsa hesa gleðina enn børnini? Gleðin í andlitsbránum á børnunum, tá tey hoyra jólamannin flenna. Gleðin, sum brúsar í bringuni, tá tey í spenningi bíða eftir at sleppa at pakka gávurnar upp, og bíðitíðin kann vera long. Gleðin, sum skínur, tá tey sleppa at pakka fyrsta pakkan upp. Gleðin í hjartanum á okkum øllum, tá vit eru saman við teimum, vit eru góð við.
Sum eitt heitt teppi, spjaðir ljósið seg út yvir bygdir og býir í hesi tíð, tá vit síggja jólaperurnar lýsa. Ljósperurnar, sum skína á gørðunum, steinum, trøum, lyktapelum, húsum og í dag á jólatrænum her. Hesar ljósperur eru við til at skapa ein heilt serligan stemning.
Hetta, við at gleðast um ljós og at feira tað, er nakað, sum kemur frá gamlari tíð. Orðið jól, kemur upprunaliga frá gomlu høgtíðini um okkara leiðir, áðrenn tey kristnu jólini vórðu feirað her. Tað, tey feiraðu tá, var, at nú var myrkasta tíðin farin, og vit kundu hyggja fram ímóti ljósari tíðum. Hetta varð feirað um somu tíð, sum vit feira jól. Styttsi dagur er jú 21. desembur, so aftaná tað gongur ímóti ljósari tíðum. Hetta gleddust tey um. Tey plagdu at seta greyt ella mat út til nissurnar. Frá hesum stavar traditiónin um at seta køkur til jólamannin. At vit skjótt ganga móti ljósari tíðum er eisini nakað, vit enn í dag kunnu gleðast um og feira.
Jólini eru fylt við gleði. Vit syngja, dansa, opna pakkar, fáa jólamenn á vitjan, eta karamellur og hugna okkum.
Men jólini eru ikki bara fylt við gleði fyri øll.
Tí fyri summi, snúgva jólini seg um sorg.
Ber tað til at tosa um kærleika og gleði, uttan eisini at tosa um sorg? Tað ger tað ikki hjá øllum.
Fyri at halda meg til myndamálið um jólatræið, so er sorgin, sum myrkrið, vit síggja áðrenn ljósið er tendrað, ella tá vit hyggja í rúmini ímillum ljósini.
Fyri mong eru jólini eitt høvi at hugsa um tey, sum eru farin okkum frá. Saknurin kann gerast stórur, og sorgin fara at fylla meira. Kærleikin til ein, sum ikki er her meira, verður umskaptur til sorg og sakn. Av hesi orsøk eru jólini eisini ein svár tíð fyri nøkur. Tey, sum hava mist ein nær við, sum tey ikki kunnu halda jólini saman við, eins og tey høvdu ynskt.
Vit eru eisini ímillum teirra, har jólini ikki bert eru fylt við gleði og kærleika. Fyri 10 árum síðani í ár, hendi okkum tað ringasta eitt foreldur kann ímynda sær, nemliga at vit mistu okkara dóttur. Fyrsta dóttir okkara, Sóley varð fødd jólaaftan fyri 10 árum síðani, og doyði seinni sama dag. Hon var fødd ov tíðliga, og eftir nakrar tímar orkaði hon ikki meira. Eftir hetta, hevur lív okkara ikki verið tað sama, og jólini ei heldur. Á jólum, minnast, sakna, og feira vit hana, sum vit ikki longur hava hjá okkum. Nú, tá eg varð spurdur um at hugleiða um okkurt í ár, júst 10 ár eftir at vit fingu og mistu dóttir okkara, visti eg at eg skuldi nevna hana. Tí jólini í ár, fara at vera nakað serligt.
Nú vil eg ikki, at tit sg.kulu skilja hetta sum ein dapran boðskapur. Tvørturímóti, er hetta eisini tað øvugta.
Onkur hugsar kanska, at tá vit upplivdu hetta á jólum, munnu jólini vera oyðiløgd fyri okkum framyvir. Jólini verða ongantíð tey somu sum áður. Men sorg og kærleiki eru ikki í andsøgn við hvørt annað. Heldur so verður sorg lýst so vakurt, at sorg er heimleysur kærleiki. Heldur enn at vit eru kedd um missin av Sóley á jólum, so gleðast vit um minnið um hana, og um vónina at hittast aftur einaferð. Eg havi givið henni tað lyftið, at eg ikki vil lata missin av henni avmarka meg í strembanini um at hava eitt gott lív. Eg vóni, at hon sær við gleði niður á okkum, og eg vil ikki, at hon harmast um, at vit ikki liva okkara lív til fulnar orsakað av henni.
Tá vit eru í myrkrinum, síggja vit lættari hvussu stóran týdning ljósið hevur. Frá tí myrkasta myrkrinum, eri eg vorðin meira varugur við, hvussu bjart kærleiksljósið kann lýsa. Og aftaná at ljósið slóknaði tá, fyri 10 árum síðani á jólum, so hava vit verið vælsignaði við ljósum í lívinum og við 4 deiligum børnum.
Eg havi uppliva hvønn týdning tað hevur at hava sambond við onnur. Tí eins og vit í dag tendra jólaljósini, so er eisini møguligt at tendra eitt ljós inni í myrkrinum hjá hvørjum øðrum, við at vit eru saman.
Við at uppliva sorg, og góðtaka, at tað er tað, vit risikera fyri at kunna uppliva veruligan kærleika og gleði. Við at góðtaka tann váðan kunnu vit uppliva gleðina og kærleikan enn sterkari enn áður. Vit mugu tora at elska, við tí váða, at kanska kemur sorgin at taka plássið hjá gleðini. Eitt opið hjarta kann risikera at verða sært, men bara eitt opið hjarta fær eisini merkt veruliga kærleiksbandið.
Teir sterkastu litirnar síggja vit, tá kontrasturin ímillum litirnar er størst. Hetta er ársins myrkasta tíð, men tað er í myrkrinum, vit síggja ljósið best.
Tá eg lítið aftur á myrkrið, síggi eg á annan hátt, hvussu vælsignað glæmurnar rundan um meg lýsa, og hvønn hita ljósini í mínum lívið geva mær. Myrkrið minnir meg á, at virðismeta tey, sum eg havi rundan um meg, og aftaná at eg havi verið í myrkrinum, at umringa meg í ljósinum frá mínum kæru.
Og tí er tað, at
jólini snúgva seg um at vera saman.
Tá vit eru saman, so kunnu vit uppliva kenslurnar hjá okkum á ein meira meiningsfullan máta. Tá vit eru saman, upplivist kærleikin fjálgari, gleðin bjartari og sorgin mildari. Tað er tá vit eru saman, at vit uppliva veruliga jólaandan.
Góðu tit. Eg vil í kvøld heita á tykkum um at seta ferðina niður. Um ikki annað, so bara hesa løtuna her. Lat planir um jólahald, jólagávur og jólabakstur fella í bakgrundina eina løtu. Lat okkum njóta ljósið, sum skínur í myrkrinum, og seta prís uppa tað, sum jólini handla um.
Hetta skulu vit heima hjá okkum læra at taka til okkara eisini. Tað er stór ferð á heima hjá okkum í júst hesum døgum.
Í gjár var 1. desembur, tann dagurin tá fyrsta lúkan í kalendarinum skuldi opnast. Í morgin er 1. sunnudagur í advent. Og í dag tendra vit jólatræið her. So nú kunnu vit rættuligan koma í jólahýr. Lat okkum tá halda fast í og minnast, hvat jólini handla um.
Eins og vit í dag tendra ljósini, so kann tað minna okkum á, at hóast vit eru í ársins myrkastu tíð, so kunnu vit koma saman og tendra ljós, bæði her úti, men eisini innaní í myrkrinum hjá hvørjum øðrum. Við at standa her úti og dvølja eina løtu í myrkrinum, so kunnu vit eisini læra at seta størri prís uppá ljósið.
Vit kunnu líta rundanum okkum, og vera takksom fyri, at vit hava møguleikan at vera saman við júst hesum fólkunum, og tendra eitt ljós í degnum og kvøldinum hjá hvørjum øðrum. Hvørt ljós á trænum her, ímyndar tann kærleika, gleði og eisini sorgina, ið vit er partur av lívinum, tá vit deila lívsleið okkara við øðrum menniskjum. Lat okkum minnast við takksemi tær løtur, ið hava verið við okkara kæru, og eisini tær, vit hava í væntu. Lat okkum virðismeta løturnar, skapa minnir saman og deila tíðina við hvørjum øðrum.
Takk fyri at eg slapp at siga nøkur orð til tykkara. Nú um eina løtu fara vit at syngja saman, og eina løtu aftaná tað, kemur ein hugnalig vitjan. Latið okkum gleðast um samveruna við hvørjum øðrum her í kvøld, og merkja kærleikan frá hvørjum øðrum.
Við hesum vil eg ynskja tykkum eini gleðilig jól.
Seinastu tíðindi



