FÆ2024

28. november 2023

Á fundi í kvøld (28.11.23), í nýggja býráðssalinum í Gamla skúlanum á Glyvrum, samtykti býráðið endaliga - við aðru viðgerð - fíggjarætlanina fyri árið 2024, sum eisini er tað seinasta fíggjarárið í verandi býráðssetu, táið kommunuval verður aftur um eitt lítið ár.
 
Barnafrádrátturin hækkar við túsund krónum, úr 8 upp í 9 túsund krónur, sum er millum hægstu ásetingar í landinum. Spjaldrið (frítíðarkortið) verður víðkað til at vera galdandi fyri øll í aldrinum 0-18 ár, og upphæddin er enn hin sama – 2.500 krónur. Fyri áleið 15 árum síðan vóru normeringarnar á dagstovnaøkinum lækkaðar vegna neyðugar sparingar, nú vera tær lyftar upp á sama støði aftur, tvs., at hækkingin flytir seg frá 10,75 til 11 tímar fyri hvørt barnið í vøggustovum og frá 5,85 til 6 tímar fyri hvørt barnið í barnagørðum. Hildið verður annars fast við ta skipan á dagstovnaøkinum, at foreldur gjalda fult gjald fyri fyrsta barnið, hálvt gjald fyri annað barnið og onki fyri triðja barnið. Kommunala skattatrýstið í 2024 verður hitt sama sum í 2023 – 21½ %.
 
Fyri 8 árum síðan lá nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu og riðaði báðumegin við eina álíkning. Tað gjørdi hon eisini í 2009 og í 2013. Stórar útbyggingar - og ikki minst yvirtøkan av eldraøkinum - vóru høvuðsorsøkin til táverandi støður. Politiskt hevur verið lagt nógv fyri at fáa skuldina niður á eitt hóskiligt støði aftur, og støðugar góðar búskaparligar tíðir hava hjálpt væl til, soleiðis, at skuldin nú er komin niður um eina hálva álíkning (47% av nýásetta lániloftinum), hóast ein rímiligan kommunalan aktivitet hesi árini. Av nógvum orsøkum er tað skilagott at ansa eftir skuldini. Skilagóðar ætlanir, sum eru til frama fyri lokalsamfelagið, kunnu bráðliga taka seg upp, og rentan gjørdist nú aftur ein tyngjandi byrða. Pr. 31. oktober í 2023 var nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu 125 mió. kr., meðan lániloftið nú er 256 mió. kr.

Viðvíkjandi eldraøkinum kom Runavíkar kommuna at standa sera illa fyri mótvegis fíggingarlyklinum, sum Fíggjarmálaráðið og Føroya løgting í sínari tíð fingu samtyktan. Síðan 1. januar 2015 fram til ársenda í 2023 (2023 sambært FÆ23) eru 114,2 milliónir krónur brúktar úr kommunukassanum – afturat afturberingini úr landskassanum – til tess at fíggja eldraøkið. 41,9 mió. kr. til íløgur og 72,3 mió. kr. til rakstur. Runavíkar kommuna er partur av samstarvinum Roðin, sum Sjóvar- og Nes kommunur eisini eru partar av.
 
Táið vit tíðliga í hesum árinum fóru undir at fyrireika fíggjarætlanina fyri fíggjarárið 2024, var útgangsstøðið tað siðvanda, at halda seg konservativt/realistiskt til eitt ókent ár – grundarlagið var gongdin í verandi ári, árini undan, og frameftir gjøtlandi til miðis annars.
 
Tað er nú einaferð soleiðis, at ein kommuna er undirliggjandi umsitingar/politiskt høpi í mun til landspolitiska myndugleikan, ið situr við lóggávu- og kunngerðarvaldinum. Stutt fyri jól í fjør tóku tríggir flokkar saman og skipaðu seg í eina landsstýrissamgongu. Samgonguskjalið boðaði sjálvandi frá stórum broytingum, sum av góðum grundum ávirkaðu búskapin hjá kommununum, tað hevur nú ikki verið óvanligt, líkamikið hvør ið koalitiónin hevur verið. Greitt var frá byrjan, at lovað lønarlyft, nýggj veiði- og & tøkugjøld, lønarvøkstur, styttri arbeiðsvika, uppnormeringar og havnastongsul fóru at ávirka búskapin hjá kommununum. Kommunufelagið hevur í samráðingum við landsstýrið fingið bilbukt við ringastu avleiðingarnar av m.a. lønarlyftinum og tøkugjaldinum, fyri okkara viðkomandi, men havnastongsulin rakar hart í fíggjarætlanini hjá Runavíkar havn í 2024. Runavíkar kommuna er millum tær størru kommunurnar í tí serstøðu, at so at siga ongi almenn størv og stovnar eru í økinum, tí er hon serliga tengd at einum vinnulívi, sum fær líkindi til at trívast og mennast.
 
Táið farið varð undir at byggja eina svimjihøll í Runavík til ein ætlaðan kostnað á 165 mió. kr., søkti Runavíkar kommuna um at fáa MVG´gjaldið á umleið 9,8 mió. kr. afturborið. Tað er ikki óvanligt, ja, heldur er tað vanligt, at bygningar av slíkum slagi fáa MVG´ið afturborið, og enntá eru onkrir teirra undirdíktir í almennum stuðli – bæði til íløgu og rakstur. Hóast umbønin varð borin víða um, - ønti ongin aftur. Vit hava endurtikið royndina í ár, og hóast Fíggjarmálaráðið kvitteraði fyri móttøku hendi onki, og nú hava vit roynt eina aðra endurtøku við at skriva til Føroya løgting og fíggjarnevndina fyri at vita, um vit kunnu fáa somu sømdir sum onnur í hesum landinum, táið tað snýr seg um verkætlanir sum hesa, at byggja eina svimjihøll, har sum ongin er frammanundan.

Raksturin fáa vit ikki broytt avgerandi, hann hongur nú einaferð somikið fastur í so nógvum íbundnum træðrum, at hann kvinkast lítið og onki. Tey seinastu nógvu árini hava vit roynt at hildið rakstrarvøkstrinum ájøvnum lønarvøkstrinum umframt kostnaðin av nýggjum átøkum, hesin verður nakað hægri í 2024, men verður partvíst kompenseraður fyri lønarlyft og tøkugjald í inntøkunum. Skattaprosentið kann ikki setast niður, hóast tað er í hægra lagi, tí so máast grundarlagið undan íløgufænum, eisini teimum íløgunum, sum longu eru settar í gongd. Rentuútreiðslurnar vaksa og á sama hátt rentustuðulin – hesin tí at landsmyndugleikin ikki hevur megnað at tikið seg saman til at gera nakað við hesa margháttligu skipan, hesi árini meðan rentan hevur verið metlág, ja, fyri innlánini stundum negativ. Trupult er at meta um felagsskattin tey næstu árini, sum sjálvandi kann ávirkast av rikna landspolitikkinum. Havnastongsulin rakar nógvar av fyritøkunum sum bera felagsskattin, tí gerst hann væl ótryggari soleingi hendan støðan stendur við. Líkamikið hvussu víkir og vendir er persónsskatturin týdningarmesta og mest støðuga inntøkan hjá einari kommunu.
 
Gongdin í fíggjarætlanararbeiðnum hevur annars verið hon, at býráðið samtykti ein fíggjarkarm at virka eftir á býráðsfundinum hin 31. august 2023. Á býráðsfundinum hin 2. november 2023 samtykti býráðið FÆ2024 við 1. viðgerð og í kvøld (28.11.23) hevur býráðið samtykt FÆ2024 endaliga og við 2. viðgerð.

Fíggjarætlanin fyri 2024 javnvigar við 285 mió. kr. Fíggjarætlað er uttan lántøku við einum yvirskotið á 4 mió. kr. Ætlanin er at gera skattafíggjaðar íløgur í 2024 fyri 68 mió. kr. Svimjihøllin, sum eftir ætlan verður liðug á vári í 2025, er sáttmálabundin og bankafígging er fingin til tað sum periodiskt vantar í í byggitíðini. 30 mió. kr. eru settar av í ár og sama upphædd er sett av í FÆ2024. Fjøruvegurin verður gjørdur sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Runavíkar kommunu – eisini staðfest av einum samdum løgtingi. Innari parturin verður liðugur í ár, og uttari parturin verður neyvætlaður og bjóðaður út í 2024. Aðrar íløgur síggjast í yvirlitinum niðanfyri. Fyrireikingar verða nú gjørdar í bólkum til víðkan av kørmunum hjá skúlaverkinum og dagstovnaøkinum.
 
Gongdin higartil í ár – fram til 31. oktober - hevur annars verið hendan:

Fíggjarkarmurin

Inntøkur:

Skattur 237.000.000 kr.
Eftrlønarskattur v.m. 48.000.000 kr.
Total 285.000.000 kr.

 
Útreiðslur:

Rakstur 203.000.000 kr.
Íløgur – ársfíggjaðar 68.000.000 kr.
Rentstuðul 4.000.000 kr.
Egnar rentur 6.000.000 kr.
Avlop í FÆ2024 4.000.000 kr.
Total 285.000.000 kr.


Raksturin skipaður á økjum

Kommunal fyrisiting 18.890.000 kr.
Almannamál 75.414.000 kr.
Børn og ung 48.041.000 kr.
Undirvísing 17.160.000 kr.
Mentamál 15.186.000 kr.
Teknisk mál 18.506.000 kr.
Kommunal virki 9.803.000 kr.
Total 203.000.000 kr.

Viðmerking: Havnirnar í Runavíkar kommunu (vanliga róptar Runavíkar havn) eru partar av kommunalum virkjum og væntast at geva 7 mió. kr. í nettoyvirskoti av rakstrinum í árinum 2024. Væntaða yvirskotið er væl lægri enn árini frammanundan, og lakara metingin er ein beinleiðis avleiðing av landsstýrisins stongsli fyri russiskum skipum.

Íløgurnar skrivaðar á øki

Skála søga 200.000 kr.
Heilsumiðstøðin í Runavík 100.000 kr.
Fyrireiking av nýggjum dagstovni  500.000 kr.
KT í skúlanum 300.000 kr.
Ætlan fyri skúlabygging 500.000 kr.
Spælipláss í skúlanum við Løkin 500.000 kr.
Ungdómshús á Skála  100.000 kr.
Kykmyndaætlan 250.000 kr.
Løkshøll 2.000.000 kr.
Fornminni 250.000 kr.
Ítróttarhús í Runavík 1.500.000 kr.
Svimjihøll 30.000.000 kr.
Kommunal nátthús (Søldarfirði) 150.000 kr.
Kommunal nátthús (undir Mýrahjalla á Skála) 300.000 kr.
Bygdarhús í Skálafirði (stuðul) 500.000 kr.
Gamli skúli í Søldarfirði 300.000 kr.
Skúlin í Elduvík 800.000 kr.
Ábøtur og umvælingar 5.700.000 kr.
Spælipláss í Lamba og Æðuvík  1.200.000 kr.
Gøtur við Prestá 150.000 kr.
Fríøki í Oyndarfirði 150.000 kr.
Viðalund við Toftavatn 100.000 kr.
Vetrarfriðing Elduvík 200.000 kr.
Miðbýarætlan 2.000.000 kr.
Útstykking í Oyndarfirði/Skálafirði 1.500.000 kr.
Útstykking í Rituvík 400.000 kr.
Vinnustykkir í Søldarfirði  100.000 kr.
Kirkjugarðar 1.800.000 kr.
Vatnverk í Funningsfirði  1.300.000 kr.
Vatnbrunnur á Skála (fyrireiking) 200.000 kr.
Spillivatn 1.800.000 kr.
Vegir og økir (Gerðisvegur) 850.000 kr.
P-pláss í Grannatúni 500.000 kr.
P-pláss úti á Fløtum á Skála 200.000 kr.
Gamli vegur (Oyndarfjørður – við kirkjuna) 500.000 kr.
Gøta við Toftavatn 150.000 kr.
Ljós – Skúla- og Garðagøta í Søldarfirði  100.000 kr.
Akfør og maskinaboð 1.000.000 kr.
Fjøruvegurin 500.000 kr.
Rampa, bryggja og umvælingar – Rvk havn 1.300.000 kr.
Havnagerð í Søldarfirði  5.000.000 kr.
Bátabrúgvar í Oyndarfirði  100.000 kr.
Lending í Funningi 800.000 kr.
Bátahylur á Skála – kirkjugarður  800.000 kr.
Glyvra strond 150.000 kr.
Bátabrúgvar í Runavík 1.200.000 kr.
Total 68.000.000 kr.

Runavíkar kommuna flytir umsitingina inn í gomlu hølini hjá BankNordik á Heiðavegi 54 fyrst í nýggja árinum. Enn er endalig støða ikki tikin til, hvat ið gerast skal við gamla ráðhúsið á Heiðavegi 26. Býráðsfundirnir vera hereftir hildnir í nýggja býráðssalinum í Gamla skúla (1891) á Glyvrum.

Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri,
Runavíkar kommuna.

Seinastu tíðindi

20. november 2024
Broyting í innsavning: Runavík, Saltangará, Glyvrar og Lambareiði
19. november 2024
BEINIR konsert í Løkshøll - Jónas Gaard hitar upp
16. november 2024
15 bygdir; - menning, frambrot og samansjóðing
15. november 2024
Eldraráðið fyri Roðan skipar fyri felags fundi í Løkshøll