Kirkjugarðurin í Elduvík

15. september 2023

Í vikuni skrivaðu Jákup Martin Kjeld og Tórbjørn Jacobsen, ávikavíst fyri Spf. Rókina og Runavíkar kommunu, undir sáttmála um at víðka kirkjugarðin í Elduvík. Allan Norðgerð, sum starvast á Teknisku deild hjá kommununi, hevur fyrireikað málið, og ætlandi verður kirkjugarðurin víðkaður norðureftir við 30 gravum. Sáttmálin varð undirritaður í skúlanum í Elduvík, og Rókin er nú farin undir arbeiðið. Kirkjugarður er ikki í Funningsfirði, tí er kirkjugarðurin í Elduvík fevnandi fyri tær báðar bygdirnar, sum áður vóru skipaðar saman í Elduvíkar kommunu, sum fyrst í hesari øldini gjørdist partur av stóru samanleggingini, tá Oyndarfjarðar, Skála, Funnings, Runavíkar- og Elduvíkar kommunur løgdu saman í eina felags kommunu undir heitinum Runavíkar kommuna.

Seinastu tíðindi

11. september 2026
Grundøki eystan fyri Líknargøtu í Saltangará til sølu
08. september 2026
Kunning frá Landsverk
04. september 2026
FM í súkkling runt Skálafjørðin
01. september 2026
Nívir teg skuldin?