Spillivatn í Skálafirði

21. august 2023

Rúni Petersen og Tórbjørn Jacobsen, ávikavíst stjóri í JHR og borgarstjóri, hittust í morgun í skúlanum í Skálafirði. Endamálið við fundinum var at undirrita sáttmála millum partarnar, um at fara undir spillivatnsverkætlan í Skálafirði. Hetta snýr seg um framhald av tí sum er gjørt, og fevnir um húsini í syðra partinum av bygdini og um at leingja havleiðingar. Sigrid J. Dalsgaard, verkfrøðingur, hevur fyrireikað ætlanina.

JHR hava farnu árini framt fleiri spillivatnsverkætlanir fyri Runavíkar kommunu, og fyritøkan er ein av mongum dugnaligum verktakarum, sum hava heimstað í kommununi.

Spillivatnsverkætlanir eru áhaldandi arbeiði hjá kommunum í menning. So hvørt sum nýggir býlingar taka seg fram, ella nýggj krøv verða sett frá lóggevandi- og kunngerðarmyndugleikum, fremur kommunan eitt áhaldandi arbeiði, fyri at dagføra økið og loysa uppgávurnar saman við verktakarum.

Stóra spillivatnsætlanin, við at savna allar leiðingar, og føra tær út á sjógv, er nú komið somikið væl áleiðis, at í dag eru 95% av høvuðsætlanini avgreidd, tá mett verður eftir fólkatali í teimum 15 bygdunum í kommununi. Tá arbeiðið í Skálafirði er liðugt, eru smærri arbeiðir eftir í Funningi, á Skipanesi og á Lambareiði, soleiðis at upprunaligu krøvini frá Umhvørvisstovuni eru lokin. Runavíkar kommuna fór fyri 10 árum síðan undir hesa ætlanina, og áhaldandi hava býráðini árliga sett nakrar milliónir av til endamálið, og nú røkist umsíðir fyri, at vit røkka málinum í næstum. Í einari kommunu, sum er í stórum vøkstri, verður kortini ongantíð komið á mál. Umframt umvælingar, serliga á brimplássunum, skulu spillivatnsætlanir framhaldandi gerast fyri nýggjar útstykkingar.

ES: Sigrid J. Dalsgaard tók myndirnar.

Seinastu tíðindi

13. september 2025
Heimapartar frá grindini í Fuglafirði.
10. september 2025
Kári Sverrisson nýggjur kvøldskúla­leiðari
04. september 2025
Kunning um oljutangar, sum skulu takast úr nýtslu
25. august 2025
Kunngerð um broyting av Almenna Býarplani­num fyri Runavíkar kommunu