Laksatorgið verður 22. juli

19. mai 2023

Laksatorgið, sum er afturvendandi summartiltak hjá Runavíkar Kommunu, verður aftur á skrá.
 
Havnalagið niðri á Støð á Glyvrum er karmur um stóra Laksatorgið. Bátafelagið spílar seg aftur í ár út, og til høvi verða kør sett upp við alskyns sjódjórum í.

Skráin verður kunngjørd í næstum, men vit kunnu avdúka, at ein góð skrá verður sett saman og fevnir um undirhald til bæði børn og vaksin. Stór grill og tjøld verða á økinum, har m.a. ókeypis smakkroyndir av rávøru frá Bakkafrosti verða at fáa. Virkið hjá Bakkafrosti letur dyrnar upp fyri almenninginum, har skipað verður fyri  rundvísing á virkinum, framløgum, tónleiki, umframt at ábit verður at fáa.

Stóra Sølutorgið verður á økinum. Talan er um alt frá leikamarknaði, sølu av bundnum vørum, gávulutum, kaffi, endurnýtslu, pannukøkum og mongum afturat.

Í næstum ber til hjá fólki at bíleggja sær borð til Sølutorgið. Boðað verður frá hesum á heimasíðuni hjá Visit Runavík.

Árliga Laksatorgið verður niðri á Støð á Glyvrum leygardagin 22. juli frá 10-16.

Visit Runavík

Seinastu tíðindi

16. oktober 2025
Fá pláss eftir til skeið í kvøldskúla­num veturin 2025/­26
16. oktober 2025
Ruskplássið í Funningi
14. oktober 2025
Føroya Styrkisamband og Runavíkar kommuna í samstarvi um styrkiítrótt
10. oktober 2025
Løkshøll og bókasavnið í heyst­feriuni