EARTH HOUR 25. MARS
24. mars 2023
Leygardagin tann 25. mars frá kl. 20.30-21.30 luttekur Runavíkar kommuna í tí heimsumfatandi Earth Hour átakinum.
Earth Hour er ein tími har kommunur, býir, fyritøkur, stovnar og fólk kring allan heimin sløkkja ljósini í ein tíma. Hetta er eitt afturvendandi átak sum WWF skipar fyri, at varpa ljós á umhvørvið og veðurlagsbroytingar.
Kommunan fer at sløkkja gøtuljósini í øllum bygdunum í kommununi, umframt onnur ljós, sum eru ráðilig at sløkkja.
Runavíkar kommuna heitir á borgarar, vinnulív, stovnar og onnur, um at sløkkja ljósini hendan tíman og verða við at stuðla heimsumfatandi átakinum Earth Hour.
Seinastu tíðindi
16. september 2026
Kunning frá Landsverk
16. september 2026
Vitjan á Skála
15. september 2026
Heimsstjørna og Føroya Symfoniorkestur í Løkshøll
15. september 2026
Kunning frá Landsverk