Grækarismessurøða við Løkin: Fólkið raðfestir náttúruna – tey fólkavaldu tøva

12. mars 2023

Á grækarismessuhaldinum við Løkin helt Jóhann Mortensen hesa røðu:

Góðu fundarfólk
og góðu skótar á hesum fugladegi.
 
 
Tú gleðast kann við fuglasong,
við keldu vatn og á,
við blómur, grøs á grønu ong,
við bláan fjørð og vág
 
 
Hetta ørindi í einum skótasangi sungu vit mangan sum úlvaungar og skótar.
 
Sum skótar fáa vit áhuga fyri náttúru og fugli. Vit læra at virða náttúruna og læra at ferðast í henni ”tá vit fara upp eftir skor og gjáum” ella ”fram eftir fríðum fløtum”, sum sungið verður í einum øðrum skótasangi.
 
Tær góðu løturnar, tá vit tjalda við vøtn og áir, ella ganga ”frá fjallatrom til sjóvarstrond”, eru minni og upplivingar sum vit altíð fegnst um.
 
Tá patruljurnar – ella flokkarnir – ofta hava fuglanøvn, so læra vit sum úlvaungar og skótar eisini um fugl. Og skótar í Føroyum eiga sanniliga sín lut í, at føroyingar fingu størri viðing fyri fugli, og at summi fuglasløg vórðu friðað.
 
Í dag bjóða vit tjóðfuglinum vælkomnum her við Løkin á einum grækarismessuhaldi, sum vit nevna hesa løtuna.
 
 
Fugladagur hildin í 80 ár
 
Men fyrsta grækarismessuhaldið var á Vaglinum í Havn fyri júst 80 árum síðani – og tað var um kvøldi ”við frekum ælingi og nógvum vindi”.
  
Ein hugsjónarmaður, Sverri Patursson, tók í 1943 stig til at halda ein fugladag saman við Skótaliði Sigmunds Brestissonar fyri at fáa føroyingar at vísa fuglinum størrri ans, tí summi fuglasløg vórðu veidd uttan fyrilit. 
 
Á hvørji grækarismessu árini eftir varpaðu skótar og Sverri ljós á støðuna hjá fugli.
 
Í 1954 bragdaði, tí tá samtykti løgtingið fuglaveiðilógina. Lógin friðaði fugl og avmarkaði veiði, og skjótt fjølgaðust fuglasløg sum æða, skarvur og rita.
 
Men hvussu er so støðan í dag?
 
Vit vita tað ikki við vissu, tí vit telja ikki fugl regluliga, hóast Fuglafrøðifelagið og einstakir fuglafrøðingar telja nøkur  sløg, og Havstovan telir lomviga og ritu í Skúgvoy.  
 
Men løgtingið samtykti fyri tveimum árum síðani, at lóg skal skal geast, sum tryggjar javnari fuglateljing. Einki er hent, men vónandi fáa vit nú lóg um at telja fugl, so vit vita, hvussu støðan hjá fuglastovnunum er.
  
Svartfuglastovnurin var í fimtiárunum so stórur, at hann slapp undan avmarking í lógini tá. Bæði lomvigi og lundi vóru góð hjáinntøka hjá húskjum í fuglaplássum. Øðrvísi er í dag, nú lomvigastovnurin helst er minni enn ein tíggjunda part av tí hann var.
 
 
Nýggj fuglaveiðilóg og fráboðan
 
Veiðan eftir svartfugli er avmarkað til á vetri, tá loyvt er at skjóta. Men vit vita ikki, hvussu nógv vit veiða, tí vit hava ikki skyldu at boða frá, hvussu nógv kemur inn um stokkin.
 
Tað er ábygdarleyst, at vit ikki vita, hvussu nógv vit skjóta, og at eitt einki hámark er fyri, hvussu nógv vit kunnu skjóta, tá stovnurin hjá okkkum og summum grannalondum er so lítil.
 
Henda støðan er ikki í samljóð við náttúruvernd. Og vit kunnu spyrja, um tað umhvørvisliga er rætt, at vit skjóta við blýggjhøglum í 2023?
 
Sjálvandi skulu vit hava eina nýggja veiðilóg í staðin fyri ta 70 ára gomlu lógina. Ein nútímans lóg skal hava fráboðanarskyldu, so vit vita, hvussu nógv vit skjóta, og eitt veiðihámark kann ásetast í kunngerð.
 
Tá veiðilógin var sett í gildi, fingu fólk størri áhuga fyri fugli sum ein part í náttúruni, og at fuglur ikki bara skuldi gagnnýtast í lívsgrundarlagnum.
 
Í dag er áhugin fyri fugli so stórur, at bólkurin ”Fuglar í Føroyum” á almannamiðli hevur oman fyri 10.000 limir, og nærum hvønn dag síggja vit nýggjar myndir av fugli og stundum av sjáldsomum fuglasløgum.
 
Á álmannakkum síggja vit, nær fugurin kemur til landið, ella tekur bergið, og hetta sigur okkum, at fuglurin eisini er ein boðberi. Í dag fagna við tjaldrinum, sum ber ”okkum boð um ein ljósari dag, at nú er brátt summar í hondum”.
 
 
Kríggj og at gagnnýta tilfeingið
 
Men kaga vit út um landoddarnar, so er støðan í okkara heimsparti ikki bjørt.
Vit hava kríggj, flóttafólk, orkukreppu, prísvøkstur og vit eru ótrygg um tað, sum verri er.
 
Í røðu á Vaglinum í fjør bjóðaði eg ikki bara tjaldrinum vælkomnum, men eisini einum øðrum flytifugli – teimum fyrstu flóttarfólkunum úr Ukraina.
 
Ikki vardi tað okkum, at hetta blóðiga kríggið fór kosta so nógv mannalív, at henda vitleysa oyðileggingin fór vara so leingi, og elva til slíkar avleiðingar, sum vit dagliga hoyra og síggja.
 
Nógv hava ikki ráð at keypa tær dýrkaðu matvørurnar, og tíverri hevur tað gingið seint at útvega hesum familjum ein fíggjarligan stuðul. Men yvirskipað ber henda støðan vónandi í sær, at vit fara at leggja størri dent á at gagnnýta okkara náttúrutilfeingi.
 
Orðið ”stutt-flutt” er jú kosið ársins orð ífjør, og alsamt fleiri í búnaðarvinnuna gera úrdráttir úr okkara tilfeingi – jørð, seyði og neytum – sum vit fegnast um.
 
Tí eigur ein nýggjur veruligur búnaðarpolitikkur at seta mál um, hvat vit vilja, og hvussu vit náa málinum at fáa fleiri føroyskar búnaðarvørur – stutt-flutt og burðardygt.
 
 
Náttúran er frítíðin
 
Men náttúran er so nógv annað. Náttúran gevur listarfólkum og yrkjarum íblástur!
Hugsið um málningarnar í flest øllum húsum og allar fosturlandssangirnar vit syngja.
 
Ein túrur í náttúruni er eisini balsam fyri likam og sál. Og natúran er sum ongatíð áður karmur um mong frítíðarítriv.
 
Alsamt fleiri føroyingar
 
·      ganga í gongufeløgum
·      spela niðan á toppar og tindar og fáa heiðursmerki fyri Topp 50, 200 ella 340
·      dippa á víkum og firðum
·      lata ross flyta seg fram eftir gøtum ella fjallarásum
·      súkla á fjallasúklu
·      síga – ella rapella – í homrum og gjáum,
 
Og vit ásanna eisini,
 
·      at vit síggja fleiri kajakkir á sundum og firðum
·      at frítíðarbátarnir gerast fleiri í hvørjum bátahyli og á bátasetvnum
·      at síla- og laksafiskararnir eru mangir við ósar, áir og vøtn
·      at mong royna við snøri ella tráðu,
og her í næumhvørvinum eru tveir, sum ganga til hvørja tjørn í landinum, avmynda tær og skriva epistlar um tær og túrarnar til gleði fyri náttúruvinir.
 
Nýliga eru eisini tvær bøkur komnar út um øll nøvnini á vøtnum og fjøllum.
 
Vit kunnu staðfesta, at Føroya fólk raðfestir náttúruna!
 
 
Tey fólkavaldu raðfesta ikki náttúruna
 
Men hvussu raðfesta so okkara fólkavaldu politikkarar karmarnar um náttúruna?
 
·      Fuglaveiðilógin er frá 1954,
·      Náttúrufriðingarlógin frá 1970,
·      Umhvørvislógin frá 1988,
·      Alilógin er eisini frá 1988,
·      Landbúnaðarlógin er frá 1937,
·      Lógin um vøtn og áir er frá 1937,
·      Hagalógin – m.a. um torvskurð – er eisini frá 1937,
·      Viðarlundarlógin frá 1952,
·      Og tá vit tala um ”hevd”, verður Norska lóg brúkt, og hon varð sett at galda fyri Føroyar í 1688.
 
Gevið gætur: allar hesar lógirnar eru frá undanfarnu øld! Summar fylla skjótt hundrað ár. Tað sigur nógv um politisku líkasæluna, tá tað snýr seg náttúruna og umhvørvið.
 
Gamaní eru lógir broyttar, men árstølini siga okkum, at tey, sum stýra landi okkara, raðfesta hvørki umhvørvið ella náttúruna ovarlaga fyri at verja og fjálga um hana.
 
Í nógvum førum við atliti at náttúru og umhvørvi eru vit eftirbátar so tað forslær, um vit samanbera okkum við onnur framkomin lond.
 
Kendi franski flotaovastin, oceanografurin, fotografurin og rithøvundurin Jacques-Yves Cousteau, sum nógv fólk minnast frá frálíkum sjónvarpssendingum, verður endurgivin fyri at siga:
 
 
”Søguliga hevur menniskjað verið noytt at stríðast ímóti náttúruni fyri at koma undan við lívinum. Ikki fyrr enn í hesi øldini ásannaði menniskjað, at tað var neyðugt at verja náttúruna, so menniskjað kann hóra undan”.
 
 
Sjálvandi skulu vit –  hvør í sínum lagi –  hugsa um og verja náttúruna, so vit kunnu lata hana til okkara eftirkomarar við góðari samvitsku, men tað er átaluvert, at Føroyar ikki hava ein veruligan lógarkarm – eina náttúruverndarlóg – at stýra eftir.
 
Men ein bati hómast, tí fyri triðu ferð í fýra ár er í hesi vikuni eitt uppskot lagt fram um eina náttúruverndarlóg. Talan er um sama uppskot, sum varð lagt fram í fjør, so nú skuldu útlit verið fyri, at uppskotið fær ta neyðugu undirtøkuna í tinginum.
 
 
Almannarættur skal lógarfestast
 
”Hetta landið er mítt,
hetta landið er títt,
sum tað liggur í havi
so fagurt og frítt…”
 
Soleiðis ljóða fyrstu fýra reglurnar í einum fosturlandsangi.
 
Náttúruverndarlógin hevur verið ein tungur og drúgvur burður.
 
Og royndin at lógarfesta almannarætt til náttúruna hevur verið eitt tungt tak, tí tað tykist vera tórført at fáa breiða semju um henda rætt, sum øll lond rundan um okkum hava. Men takið skal takast. Tí ”Hetta landið er mítt, hetta landið er títt…”
 
Tíverri hevur orðaskiftið um almannarætt avmarkað seg til ”gongd í haga”. Hetta er ikki nøktandi, tí almannarættur eigur eisini fevna um fría atkomu til og rundan um vøtn og til alla fjøru – eisini lónna í Saksun – uttan gjald!
 
Eisini er harmiligt, at summi skriva hóttandi um óavmarkaðan rætt til náttúruna fyri at skeikla kjakið. Um skeitt verður eftir lógum í grannalondunum, eru avmarkingar, og sjálvandi skulu fyrilit takast fyri vinnu og dýrahaldið.
 
Hagafelagið hevur sum mál at fáa lógarfestan rætt til gongu frá fjøru til fjallatind. Landsstýrið hevur áleið somu áseting í samgonguskjalinum, men hesin rættur eigur ikki bara at galda fyri føroyingar, sum onkur hevur róð fram undir. Hann má galda fyri øll, eisini ferðafólk.
 
Í íslendsku lógina um almannarætt, sum er partur í náttúruverndarlógini, tykjast avmarkingarnar at vera líka nógvar sum sjálvur rætturin, men tað kann ikki vera rætt.
 
 
Mugu hava eina lendisætlan
 
Hvørja ferð vit byggja landið út, gera vit inntriv i náttúruna, men hvussu og hvar gera vit hesi inntriv, og sýna vit náttúruni fyrilit? Tað gera vit als ikki, og tí er stundin komin at fyrireika eina landsplanlegging – eina ætlan fyri, hvussu vit brúka land okkara.
 
Orðaskifti um eina landsplanlegging tók seg upp, tá SEV skuldi  byggja út vatnorkuna við Fjallavatn, Eiðisvatn, Víkarvatn og í Dølum norðan fyri Vestmanna við orkuverki í Saksunardali.
 
Ein planlóg spurdist ikki burtur úr kjakinum tá. Men nú, vit skulu leggja um til grøna orku, er ein heildarætlan fyri landið nærum ein fyritreyt. Grøna orkuskiftið krevur sanniliga inntriv í náttúruna, og tað ber ikki til at fara fram eftir fummum longur.
 
Arbeiðið at gera eina landsplanlegging er ikki løtuverk, og tí er hevur tað týdning at seta skjøtul á hetta arbeiðið sum skjótast.
 
 
Toftavatn – eitt yndispláss
 
Góðu fundarfólk!
 
Stutt hiðani hava tit náttúruperluna Toftavatn.
 
Við vatnið er tann vanligi heiðafuglurin, men har eru eisini fuglasløg sum lerkur, tangspógvi, fjallamurra, toppont, og trøllont sæst á vatninum á vári og á heysti á ferð síni, eins og annar flytifuglur vitjar.
 
Toftavatn og økið rundan um er virðismikið, og ein yndisblettur hjá mongum, sum dagliga ganga í gøtukervinum her um leiðir.
 
Fugla- og náttúrukøn hava ofta sagt, at nógvur flytifuglur er at síggja í økinum, men at flytifuglinum vantar skjól.
 
Skógfriðingarnevndin og Skógrøktin gjørdu tí uppskot um eina Náttúrulund við Toftavatn fyri níggju árum síðani. Skotið varð upp at gróðurseta runnar í avmarkaðum økjum, leggja nakrar gøtur og gera pláss hjá fólki at hugna sær á.
 
Ætlanin varð løgd fram fyri Nes og Runavíkar kommunu, og sigast má, at undirtøkan var sera góð. Hóast nakað er fráliðið, ber enn til at taka uppskotið um Náttúrulundina við Toftavatn fram á skýggjan, og fremja tað ella partar av tí í verki.
 
Ein slík lund er til frama fyri fugl, vistfrøðina, fólkið her býr, og harafturat er gróðurseting og trævøkstur partur í veðurlagspolitikkinum, tí trø binda vakstrarhúsgass.  
 
Gøtukervið her á leiðini er er virðismikið fyri fólkaheilsu. Stóran siðsøguligan týdning fyri henda partin av oynni hevur tað, at skótar laðaðu upp aftur allar varðarnar á bygdagøtunum millum Heiðarnar og Toftir, Nes og Rituvík og millum Rituvík og Lambar. Skótaliðið hevur rós uppiborið fyri hetta avrik.
 
 
Balsam fyri likam og sál
Vit kunnu næstan bara tala um náttúruna, um vit kenna hana. Enn er tað so, at nógv kring landið fáast við seyð og annað búnaðarvirksemi og koma tí regluliga í samband við náttúruna.
 
Øðrvísi er við býarfólkinum, og tí eru nýggju gøturnar í nærumhvørvinum, og gomlu bygdagøturnar ein fongur, tí øll hætta sær ikki niðan á fjøll og tindar.
 
Ein túrur í náttúruni er balsam fyri likam og sál. Eitt av fremstu gongufólkunum her á landi segði herfyri í eini útvarpssending, at einastu túrar, hon angraði, vóru teir, sum hon ikki var farin. Mong geva henni óivað rætt. 
 
”Kaga djúpt inn í náttúruna, og tú skilur alt betri”, segði Albert Einstein.
 
Góðu skótar og Visit Runavík!
 
Takk fyri at tit halda henda góða sið at skipa fyri grækarismessuhaldi – hesuferð sjálvan fugladagin – at siga vetrinum og farvæl og heilsa várinum.
 
Eg vóni, at orðini hava givið onkrum íblástur at njóta og verja náttúruna.
 
Góðan fugladag – og takk fyri.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
19. apríl 2024
Vinnarar­nir av ársins skrivikapping
19. apríl 2024
Orðaskifti í Løkshøll í Runavík mánakvøldið 22. apríl
18. apríl 2024
Ruddingardagur 2024 - Fá kommununa at skína til Mentan­arvikuna