Runavíkar kommuna á Vangan

23. juni 2022

Í dag gerst Runavíkar kommuna tænastuveitari á Vanganum og við hesum kunnu borgarar senda kommununi umsóknir umvegis Vangan.

Runavíkar kommuna fevnir yvir fleiri bygdir, og tí eru tað nógvir fyrimunir fyri borgararnar í kommununum at kunna avgreiða síni viðurskifti heima, heldur enn á kommunuskrivstovuni. Við at senda umsókn umvegis Vangan, ístaðin fyri á talgildum oyðibløðum, ber til at vegleiða borgaran betur í umsóknar-gongdini.

Í Talgildu Føroyum gleðast tey um samstarvið við kommunurnar, sum hava verið ágrýtnar at luttaka í menningini. Kommunurnar hava verið í eini felags tilgongd saman við Talgildu Føroyum.

 

Um hesa byltingartíð sigur borgarstjórin:

”Menniskjan loysti úr lagdi tøkni og talgilding, sum í stóran mun hjálptu okkum til rationaliseringar, vøkstur og størri vælferð. Soleingi vit stjórna hesum fyribrigdum – og ikki øvut – fara vit at síggja fleiri lop hin rætta vegin. Tað var ongantíð nakar ivi um, at Runavíkar kommuna skuldi gerast partur av Talgildu Føroyum, og síggja vit við spenningi fram til tann dagin, táið vit aka við fullari ferð á hesi nýggju breytini” sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

 

Tær fyrstu sjálvgreiðslurnar, sum vera tøkar eru:

Byggiloyvið

Mentanarstuðul

Frípláss

Dagstovnapláss

Tiltak á kommunalum øki

 

Tað koma fleiri sjálvgreiðslur, so hvørt hesar eru liðugt mentar.

 

Hvussu brúkar tú Vangan?

Rita inn á www.vangin.fo við tínum samleika.

Um tú ikki hevur Samleikan, so fer tú www.samleikin.fo og har sært tú, hvussu tú ber teg at. Um tú ivast kanst tú seta teg í samband við brúkaratænastuna hjá Talgildu Føroyum á telefon 1881.

Seinastu tíðindi

27. mars 2024
Mass Hoydal
26. mars 2024
Eyðun Rasmussen
26. mars 2024
Hitt á Glyvrum
25. mars 2024
Sæunn Lamhauge Nolsøe fyrsti kommunu­stjóri í Runavíkar kommunu