Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags

04. mai 2022

Í fráboðan verður tikið soleiðis til: ”Skála skúli. Vinnarin av Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags er ein skúli, ið hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum.”

Annað árið á rað hevur Skála skúli vunnið heiðurslønina, og fyri tað hevur hann fingið handaðar 25 túsund krónur frá Betri samtakinum.

Í morgun kl. 10 var vinningurin hátíðarhildin í skúlanum í bygdini. Fleiri av næmingunum og lærarunum høvdu orðið, og forkvinnan í Umhvørvisnevnd býráðsins, Jonnhild Reynholdsdóttir, flutti fram røðu. Borgarstjórin ynskti skúla, lærarum og næmingum hjartaliga til lukku við hesum, at liggja í broddi fylkingar, táið tað snýr seg um burðardygd í samspælinum millum okkum og natúruna.

Seinastu tíðindi

08. september 2026
Kunning frá Landsverk
04. september 2026
FM í súkkling runt Skálafjørðin
01. september 2026
Nívir teg skuldin?
31. august 2026
Eigur tú eldri myndir av eldsløkking?