Mainhard havnaumsjónarmaður
07. januar 2022
Mainhard Danielsen er settur í tíðaravmarkað starv sum havnaumsjónarmaður við Runavíkar havn. Starvstíðin røkkur fram til 31. desember 2024. Orsøkin til tíðaravmarkingina er, at sitandi borgarstjóri í kommununi er í farloyvi frá starvinum sum havnarmeistari – tað starvið røkir Brandur Højgaard í farloyvistíð hansara.
Mainhard Danielsen er úr og býr í Saltangará. Hann er 57 ára gamal. Mainhard er útbúgvin skipsførari og hevur siglt sum skipari við skipum hjá útgerðarfelagnum Navigare síðan 2004. Mainhard er ikki ókendur á havnarskrivstovuni, hann hevur av og á millum túrar loyst av sum havnaumsjónarmaður, tá tørvur hevur verið á hesum.
Tríggjar umsóknir vóru til starvið.
Runavíkar kommuna/havn ynskja Mainhardi blíðan byr í starvinum.
Seinastu tíðindi
30. oktober 2026
Tilnevn ársins eldsálir!
02. november 2026
Mamma, nær kemur pápi heim?
30. oktober 2026
Parkering í samband við móttøku fyri NSÍ í Borg leygardagin
30. oktober 2026
Stongt fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu