Grót og miðbýarætlan

15. desember 2021

Í 2018 skipaði Runavíkar kommuna fyri borgarafundi í Løkshøll. Endamálið við fundinum var at leggja fram eina nýggja miðbýarætlan fyri Runavíkar-økið, sum arkitekturin Ósbjørn Jacobsen hevði lagt til rættis. Yvirhøvur varð ætlanin væl móttikin, og virkað hevur verið eftir henni síðani. Nakað av peningi hevur higartil verið settur av til endamálið, og ætlanin sæst aftur á FÆ2022, sum varð endaliga samtykt á seinasta býráðsfundi.

Í 2020 gjørdu Tunnilsfelagið og Runavíkar kommuna semju og sáttmála um, at kommunan skuldi taka ímóti 300 túsund rúmmetrum av gróti úr Sandoyartunlinum. Rúgvan var ætlað til fleiri verkætlanir. Í stóran mun er grótið flutt inn í havnarøkið við Runavíkar havn – undir bygdunum Saltangará og Glyvrum. Góð 80% av grótinum eru nú komin til høldar. Stóri parturin er lagdur inn í økið, har ætlanin er at víðka øki og bryggjur til ein vaksandi maritiman eftirspurning.

Á býráðsfundinum hin 4. november í ár samtykti býráðið einmælt at taka undir uppskotinum um, at brúka ein part av grótinum úr Sandoyartunlinum til tess at fylgja miðbýarætlanini í økinum norðanfyri bygningarnar hjá Mest og Borg í Runavík. Fylt verður út norðureftir, og ætlanin er harumframt at leggja bátabrúgvar norður frá fyllini soleiðis, at tørvurin á teymum í stóran mun kann nøktast.

Samtykt er eisini at brúka ein part av grótinum til fyllu í Søldarfirði, har Effo hevur ætlanir um at byggja ein nýggjan orkuterminal. Sáttmáli er skrivaður millum felagið og kommununa. Tá liðugt er at koyra grót í bassengi í Runavík verður flutningurin av gróti undan Skopunarfirði fluttur inn til Søldarfjarðar.

Seinastu tíðindi

25. juni 2025
Rottangatøming í Rituvík og Æðuvík
23. juni 2025
Team Rynkeby vitjar Betri í Saltangará
22. juni 2025
Tú ert nummar 15 í køðini
21. juni 2025
Lívið er í rørsluni