Nýtt átak um blómurnar á bønum á Skála

16. juli 2021

Grøna økið aftanfyri Varðan á Skála er við í einum nýggjum átaki um blómurnar á bønum.

Ætlanin er sláa bøin eina ferð seint um summari ella tíðliga í heyst, so at føroysku blómurnar fáa loyvi at standa í frið í summar. Hetta ger, at blómurnar fáa sett búnað fræ, soleiðis at tær fáa breitt seg og fleiri blómur spíra árið eftir.

Grundin til, at Runavíkar kommuna hevur valt júst hetta økið, at vera tað fyrsta at sláa uppá hendan hátt, er at her veksa nógvar blómur, sum vit vilja verja

Vit hava sligið “gøtur” gjøgnum lendi, soleiðis at til ber hjá fólki at ganga nøkurlunda turrskødd gjøgnum øki og síggja blómurnar tætt uppá

Hetta verður til gleði fyri okkum og ikki minst fyri blómuflugurnar, firvaldar o.a djóralív, sum livir av og saman við teimum ymisku urtunum. Við hesum fara vit aftur til tað, sum líkist tí, vit kenna frá hoygging.

Endamálið við hesum átaki er at skapa áhuga fyri føroysku blómunum, sum vaksa í júst hesum slagi av náttúru, sum bøurin er og var fyrr í tíðini, áðrenn taðing við kunstøðum og sproyting móti ókrúti.

Vit ynskja, at vaksin, børn og okkara framtíðar ættarlið koma at kenna okkara blómuteigar betur. Vit bjóða tí øllum at  koma á øki og finna plantur. Latið tó blómurnar standa, tí so sleppa tær at seta fræ og so koma fleiri ári eftir.

 

Prei: Við iNaturalist appini á fartelefonini ber til at eyðkenna blómur og kyktir.

Onnur øki, sum Runavíkar kommuna eigur á skála, sum ikki hava verið brúkt í langa tíð og tí mest veksur mosi, verða nú brúkt til rossabit. Rossini traðka mosan, soleiðis at hann minkar og summastaðni hvørvur.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
25. apríl 2024
Røða á flaggdagshaldi­num á Skála
24. apríl 2024
Flaggdagshald í Runavík
23. apríl 2024
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu er skotin væl í gongd