Hjartaliga vælkomin til heimsins fyrstu Føroyaleikir

11. juli 2021

Røða, sum Jón Hestoy, varaforseti ÍSF, helt, tá Føroyaleikir vórðu settir í Løkshøll.

Góðu tykur øll (!)
 
Hetta vikuskiftið fara okur at kappast, vera saman, stuttleika okum og vónandi eisini knýta bond tvørturum feløg og ítróttargreinar. 
 
Sorrig og glæde, de vandre til hobe, soleiðis syngja okur, og lagnan lagaði tað soleiði, at í somu viku, sum startskotið ljóðar fyri hesum Føroyaleikunum, náddi ein av okra ítróttarkempum endan í lívsins renning. 
 
Guttormur Sørensen, sum okur serliga minnast sum gávaða rennaran, slóðaði fyri. Hann tók tøk. Hann var ikki bara fyrstur um mállinjuna til kapprenningar, nei, hann var eisini fyrstur til at renna skjótt, tá alt tað praktiska skuldi ordnast. Alt tað, sum fylgir við, tá ið kappingar skulu haldast. Hann var altíð fyrstur til at rætta eina hjálpandi hond. Og hann gekk undan í at vísa ítróttaranda og fair play.
 
Fyri stítt stóra ósjálvsøkna arbeiði fyri føroyskan ítrótt, fekk hann í 2018 heiðursskjal Poul E. Petersens.
 
Lati okum heiðra minnið um Guttorm Sørensen, við at reisa okum og halda tøgn í ein minutt. 
 
***
 
Takk fyri. 
 
Eg vóni, at hesir Føroyaleikirnir vera í hansara anda.
 
Neyð lærir nakna kvinnu at spinna, soleiði sigur orðatakið. Tað merkir, at mótgongd mennir okum - og at góðu hugskotini ofta koma, tá alt ikki gongur, sum ætlað. 
 
Hugskotið um Føroyaleikir kom í fjør - tá mótgongdin var størst, og stórt sæð allar kappingar vórðu avlýstar - bæði heima og uttanlands.
 
Tankin um at skipa fyri onkrum, tey árini har oyggjaleikir ikki eru, er gamal. Men nú gjørdist tankin til veruleika. Nú fóru okur at spinna.  
 
Skoðbráið var stutt, men undirtøkan var góð beinanvegin - og tað hevur verið óalmindiliga stuttligt at skipa fyri. Allar hurðar hava verið opnar, svarið hevur verið »ja«, frá myndugleikum, aðalráðum, kommunum og samstarvsfeløgum okra, - Betri Trygging, Sport 24, SMS og Hiddenfjord. 
 
Sambondini í ÍSF tóku sjálvandi eisini sera væl ímóti hugskotinum, og tað er sigandi, at longu í ár - fyrsta árið - luttaka heili 19 av 24 ítróttagreinum. Tað sigur nakað um tann longsulin, sum okur hava eftir at vera saman og kappast. Okur sakna alt tað, sum fylgir við kappingum.
 
Og í Føroyaleikum verður stórur dentur lagdur á tað sosiala. Tí hava okur savnað kappingarnar fýra staðni í landinum: í Vági, Havn, Runavík og í Klaksvík. 
 
Soleiðis at okur møtast tvørturum ítróttargreinarnar. Herfrá skal koma eitt stórt uppiborið rós til kommunurnar fyri sera gott samstarv og jaligheit í allar mátar.
 
Tá tað kemur til ítróttin, hava ítróttargreinarnar havt fríar teymar at leggja sínar kappingar til rættis. Tað sæst eisini aftur, tí tiltøkini spenna heilt frá barnakappingum til elitukappingar - frá øðrvísi avbjóðingum til venjingarlegur.  
 
Og altjóða áhugin hevur eisini verið stórur fyri Føroyaleikum. 
 
Hóast óroynt og ókent, vóru kortini 400 útlendingar, sum høvdu meldað til. Tíverri høvdu koronatølini fyrst í juni ta avleiðing, at flestir útlendingarnir tóku tilmeldingina aftur - men okur síggja tað sum eitt positivt tekn, at so stórur altjóða áhugi er frá byrjan. Og treyðugt so - 20 útlendingar hava treiskast og eru komnir til landið - fúsir til avbjóðingarnar komandi dagarnar.
 
Ætlanin er, at hetta skal gerast eitt føroyskt tiltak við nógvum útlendskum luttakarum. Hetta skal eisini vera ein góð gularót til føroyskar íðkarar - og tað skal vera bæði avbjóðandi og stuttligt. Til hesar fyrstu Føroyaleikirnar eru knapt 13 hundrað tilmeldað. 
 
Tað krevur nakað av fyriskiparunum, - takk fyri tað stóra sjálvbodna arbeiðið, ið er gjørt kring alt landið. 
 
Men tað leiðir okum inn á triðja endamálið við Føroyaleikum. Tí eitt stórt afturvendandi tiltak sum hetta, er góð venjing hjá øllum okum, sum skipa fyri og hjálpa til, soleiðis at okur í felag kunn skipa fyri enn størri altjóða kappingum.
 
Tað er serstakliga stuttligt fyri mær, at sleppa at vera við til setanina her í Runavík. Stutt frá her, sum okur standa, fer kommunan skjótt undir at byggja nýggjan svimjihyl. Tað verður eitt framlop fyri kommununa, bæði fyri svimjarar og fyri almenna trivnaðin í kommununi.
 
Tað var neyðin, sum lærdi okum at spinna. Okur hava nú spunnið okra part - nú skulu tykur ítróttafólk spinna tykkara. 
 
Okur eru øll sera spent hvussu hesir fyrstu Føroyaleikirnir fara at hylnast. 
 
Hjartaliga vælkomin á teir fyrstu Føroyaleikirnar - øll somul – og góða eydnu! 
 
Takk fyri! 

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
26. apríl 2024
Vit droymdu og eltu dreymar­nar og droyma nýggjar
25. apríl 2024
Røða á flaggdagshaldi­num á Skála
24. apríl 2024
Flaggdagshald í Runavík