
Fjósið í Heimistovu
Á býráðsfundinum í apríl, hildin á Skála, var eitt av málunum á skrá uppskot um at seta ein bólk niður til tess at fáa greiði á, hvat gerast skal við Fjósið í Heimistovu. Á fíggjarætlanini fyri 2021 eru 100 túsund krónur settar av til endamálið. Tilmælt var at velja hesi í bólkin:
Urd Johannesen, forkvinna.
Petur Hansen, formaður í mentanarnevndini.
Sigrun Jónsveinsdóttir.
Deirdre Hansen.
Sølvi Reinert Hansen, skrivari í bólkinum.
Mentanarnevndin hevði frammanundan viðgjørt málið hin 21. apríl, - hon tók undir við tilmælinum. Býráðið tók á fundi hin 28. apríl einmælt undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.
Runavíkar kommuna keypti fjósið í Heimistovu á Glyvrum fyri 10 árum síðani – í 2011. Síðan hevur tað staðið sum tað stóð, og ongin ítøkilig ætlan hevur verið frammi um, hvat húsið skal ella kann brúkast til - og ongin peningur er heldur settur av til nakað endamál hesum viðvíkjandi.
Fjósið er ásýniligt, øll síggja tað sum aka ella spáka framvið, og harvið hava mong ivaleyst gjørt sær onkrar tankar um, hvat ið húsið kann brúkast til. Ongin ivast í, at bygningurin onki peningaligt virði hevur, uttan tað negativa virðið, sum tað hevði kostað at tikið hann niður, um tað gjørdist endaliga avgerðin.
Urd Johannesen, kend frá mentanarlívinum og fødd og uppvaksin á Glyvrum, hevur í 2020 skrivað nakrar hugleiðingar um, hvat hon kundi hugsað sær, at Fjósið varð brúkt til.
Tað er ongin orsøk til, at ein kommuna eigur hús bara fyri at eiga hús – fyri síðan at lata tey falla í órøkt. Tí skal støða nú takast til, hvat gerast skal við hendan matrikkulin á Glyvrum.
Soleiðis sum málið vendir, eru tríggir møguleikar í málinum:
· at selja fjós og matrikkul
· at taka fjósið niður og rudda matrikkulin
· at seta fjósið í stand, og brúka tað til eitthvørt skilagott og gagnligt endamál.
Fjósið í Heimstovu er ein sermerktur bygningur, sum fyllir nógv í bygdarmyndini, tí kann støðan ikki standa við og versna. Niðurbræðingin hevur veruliga tikið dik á seg hesi seinastu árini, tí skal ein avgerð takast skjótast gjørligt til onkran av møguleikunum nevndir omanfyri.
Ætlandi skal bólkurin leggja eitt álit fram um hetta, soleiðis at málið kann viðgerast á fundi í mentanarnevndini hin 16. juni 2021.
Seinastu tíðindi



