
Hegnsýnisnevnd
Á almenna býráðsfundinum í Æðuvík seinasta hósdag, valdi Runavíkar býráð hegnsýnisnevnd, sum hevur eftirlit við, at stikini eru í seyðahøgum standi innanvert kommunumarkið, tá seyðurin skal vera rikin av bønum. Runavíkar kommuna er nú farin frá at velja fleiri hegnsýnisnevndir til at velja eina nevnd fyri alla kommununa.
Hetta verður gjørt sambært Lov nr. 171 af 18. maj 1937 for Færøerne om Hegn og Markfred, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020. Í § 44 stendur m.a.: ”For hvert Sogn eller efter Lagtingets Bestemmelse for Dele af et Sogn bliver der at ansætte 3 Hegnssynsmænd. De udnævnes for 4 Aar ad Gangen af Forstanderskabet. Enhver Jordbruger er pligtig til at modtage Udnævnelse, medmindre han har opnaaet en Alder af 60 Aar.”
Mælt varð til, at hesir manna Hegnsýnisnevndina í verandi valskeiði:
Jón Nónklett, Lamba, formaður.
Ludvík við Stein, Glyvrar.
Sverri Justinussen, Glyvrar.
Teir eru bøndur og røktingarmenn í hagum, sum liggja burtur frá mørkum millum innan- og uttangarðsjørð.
Byggi- og býarskipanarnevndin tók á fundi hin 17. mai einmælt undir við tilráðingini um val av limum í hegnsýnisnevndina. Býráðið tók á fundinum seinasta hósdag einmælt undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
Frammanundan hesum høvdu teir valdu, í eina tíð, eftir áheitan frá kommununi, verið virknir sum hegnsýnismenn, meðan kommunan arbeiddi við einum skifti frá fleiri til eina hegnsýnisnevnd fyri alla kommununa.
Seinastu tíðindi



