Stórur dagur í Funningi

28. apríl 2021

Hósdagin 29. apríl eru hópin av tiltøkum í Funningini í sambandi við mentanarvikuna í Runavíkar kommunu.

Funningur er kend dansibygd burturav. Dansistovan, sum m.a. hevur verið brúkt til bæði dans og sjónleik, verður umvæld. Hendan hósdagin kanst tú hoyra tær persónligu søgurnar, hoyra tónar frá Mariusi, ið fara at ljóma úr kirkjuni, hoyra nærri um verkætlanina í Dansistovuni og luttaka í felagssanfgi og føroyskum dansi.

Lagt verður fyri kl. 16, tá skipað verður fyri gongutúri við ferðaleiðara í bygdini. Byrjað verður í kirkjuni, og vitjað verður m.a. í hugnaligu stovunum, Ólvustovu og Atustovu, sum bygdarfólkið so hegnisliga setir í stand. Tað eru Sámal P. Petersen og Jógvan Højsted ið eru ferðaleiðarar.

Marius framførir í Funnings kirkju kl. 16.45. 

Og kl. 17.30 verða framløgur í skúlanum í Funningi. Til alla lukku verður dansistovan í Funningi umvæld, men hvussu gongst so við hesari verkætlan? Verður nátthúsið liðugt og ikki minst, hvussu fer tað at síggja út?

Mest áhugavert verður tó ivaleyst at hoyra søguna, um hvussu tað var at vaksa upp í Funningi við einari dansistovu, ið var eitt virkið mentanarhús. Tey trý, Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Allan Norðgerð, byggifrøðingur, og Karin Højsted Brattaberg greiða frá verkætlanini og um lívið í Funningi fyrr og nú.

Bygdafelagið skipar fyri sølu av m.a. breyði og kaffi/køkum.  

Felagssangur verður í skúlanum í Funningi kl. 20, og kl. 21.00 verður skipað fyri almennum føroyskum dansi sama stað. Eysturoyar dansifelag er við.

Vælkomin til Funnings í mentanarvikuni.

Sí skránna fyri mentanarvikuna

Visit Runavík

 

Seinastu tíðindi

16. mai 2021
Frítíðar­húsið Elsa Súsanna
15. mai 2021
Kloakk temadagur í Løkshøll 19. mai
14. mai 2021
Ein er tíðin at dansa
14. mai 2021
Runavíkar havn 2020