FERNISERING - nýggj verk hjá Tróndi Patursson

22. apríl 2021

Leygardagin 24. apríl verður fernisering í Glyvra kirkju. Framsýningin ’Náttúrulýsingar’ er myndað av nýggjum verkum, ið øll eru framleidd til høvi, nú mentanarvikan stendur fyri durum. Talan er um temperamálningar. Flestu verkini hjá Tróndi eita ‘Náttúrulýsingar’. Tey snúgva seg um at umseta náttúruupplivingina, ella ta natúrulistisku lýsingina av náttúruni til ekspressiva abstraktión. Tey eru um óendaliga dýpi náttúrunnar, um stórleikan, megina og intensitetin.

Ferniseringin verður sum nevnt hildin leygardagin 24. apríl kl. 16.30 í Glyvra kirkju, har Meinhard Bjartalíð bjóðar vælkomin. Silvitni framførir nøkur løg, og Tróndur Patursson hugleiðir um síni listaverk.

Silvitni er eitt kvinnukór ið syngja góðan og avbjóðandi kórtónleik undir kønari leiðslu av Cinthiu González, syngjandi kórleiðara.

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu er í døgunum frá 25. apríl til 2. mai, og dyrnar eru opnar í Glyvra kirkju frá kl. 16.00-18.00 allar dagar.

Seinastu tíðindi

15. desember 2025
Kommunuskrivstovan um jóla- og nýggjárshøgtíðina
14. desember 2025
Um eina eldsál
12. desember 2025
Jóla­menni­nir eru veðurfastir
12. desember 2025
Jól í Gulu smiðju - dupult­konsert við Sophiliu og Ester Skála