Flaggdagshald í Runavík

22. apríl 2021

Sum siðvenja er, verður Merkið heiðrað í Runavík flaggdagin 25. apríl. Í ár fer landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, at flyta fram røðu. Hornorkestrið - Nes Sóknar Musikkfelag – spælir, og skótarnir ganga skrúðgongu. Haldið verður í Skótahúsinum við Løkin kl. 15.
 
Árliga mentanarvikan verður hildin í næstu viku, og setanin er løgd saman við flaggdagshaldinum. Borgarstjórin setir mentanarvikuna.
 
Eftir setanina og flaggdagshaldið verður drekkamuður at fáa, og høvi verður at spæla tombola og kondibingo, sum skótarnir skipa fyri.

Seinastu tíðindi

11. juni 2026
Stongt á Heiðavegi í samband við Eystanstevnuna
11. juni 2026
Triatlon í Runavík og Rituvík
10. juni 2026
Stongt verður fyri vatninum á Skála
10. juni 2026
Vælkomin á Eystanstevnu