Jenny Petersen sett sum leiðari á Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin

16. apríl 2021

Av tí, at verandi leiðari, Ingrid Jensen, fer í annað starv og tí hevur sagt seg úr starvi, hevur setanartilgongd verið og úrslitið er, at Jenny Petersen er sett sum nýggjur leiðari á Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin frá 1.mai 2021. Virksemið er skipað í kommunalum samstarvi millum kommunurnar kring Skálafjørðin, og tí vóru borgarstjórarnir úr Nes-, Sjóvar og Runavíkar kommunum við í setanarnevndini, sum einmælt innstillaði Jenny Petersen til starvið.

Jenny Petersen er 46 ár, útbúgvin sosialráðgevi og hevur seinastu 15 árini arbeitt í Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin. Hon hevur verið á fleiri fakligum skeiðum og tikið lut á viðkomandi ráðstevnum. Fyrstu árini eftir lokna útbúgving starvaðist hon sum sosialráðgevi í Danmark og á Almannastovuni í Føroyum. Fjølbroyttu royndir hennara og skipaða netverkið við stovnar og starvsfólk er sera týðandi fyri starvið.

Vegna samstarvið um barnaverndarøkið takkar Runavíkar kommuna Ingrid fyri trygga leiðslu og gott samstarv og ynskir samstundis Jenny blíðan byr í nýggja starvinum.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
24. apríl 2024
Flaggdagshald í Runavík
23. apríl 2024
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu er skotin væl í gongd
22. apríl 2024
Móðurmálið og vitlíki - á hvørjum máli samskifta vit? - BEINLEIÐIS