Klippið trø og runnar framvið vegi

29. apríl 2024

Kommunan hevur fingið áheitanir frá bil- og bussførarum um, at trø fram við vegum, vaksa inn yvir vegbreytina og eru til ampa fyri ferðsluna.

Vit fara við hesum at heita á øll í kommuni, sum hava trø og runnar út móti almennum vegi, um at klippa trøðini sum tilskilað omanfyri .

Fríhæddin yvir gongubreyt skal vera minst 2,5 metrar og 4,2 metrar yvir koyribreyt. Runnar skulu verða kliptir ájavnt mark. Atlit skal takast fyri, at avfall kann tyngja greinarnar.


Um tit hava brúk fyri hjálp ella hava spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Runarvíkar kommunu á tlf.: 41 70 00

 

Seinastu tíðindi

13. mars 2026
Lív, endur­nýggjan, trúfesti og vón
11. mars 2026
Freist at lata tiltøk inn til Mentan­arvikuna
06. mars 2026
Børge í 25 ár
06. mars 2026
Grækarismessuhald í Runavík