Stuttsøgukapping á mentanarvikuni í Runavík

12. februar 2021

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu heldur á fram at bróta upp úr nýggjum. Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum verður í døgunum 25. apríl til 2. mai 2021, verður skipað fyri stuttsøgukapping. Vinnandi stuttsøgurnar verða kunngjørdar í Mentanarvikuni.

Kappast verður í tveimum bólkum: stuttsøgur ætlaðar børnum og ungum og stuttsøgur ætlaðar ungum og vaksnum. Og tað eru ikki hissini vinningar, sum verða latnir. Vinnandi rithøvundurin í hvørjum bólki fær 8.000 kr. í virðisløn.

Fyri at luttaka skulu stuttsøguhandrit, sum eru í mesta lagi tríggjar A4 síður (1.200 orð), latast inn umvegis teldupost til Bókasavnið við Løkin lokin@lokin.fo áðrenn 2. apríl kl. 18.

Fyri at kveikja áhuga og leggja lag á verða tvey tiltøk fyriskipað í tilgongdini fram móti innlating av handritunum. Sunnudagin 21. februar kl. 15 verður kveikingardagur á Bókasavninum við Løkin við Rakel Helmsdal og Marjun Syderbø Kjelnæs. Tær geva góð ráð um, hvussu tú kemur í gongd, og síðani skrivar eina góða stuttsøgu.

Og 7. mars kl. 14-17 verður skriviskeið við Rakel Helmsdal á Bókasavninum við Løkin.

Fyriskipararnir ynskja við kappingini at kveikja áhugan fyri føroyska málinum og fyri skriving, og vónin er, at nógvar nýggjar føroyskar stuttsøgur verða tøkar eftir mentanarvikuna 2021.

Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini, og luttøkan, kveikingardagurin og skriviskeiðið eru ókeypis.

-----

Nærri kunning á:

facebook.com/MentanarvikanRunavik
visitrunavik.fo
lokin.fo

Seinastu tíðindi

24. februar 2021
Hátíðarhald á Lambareiði
18. februar 2021
Mæla til at kóka vatni í Funningsfirði
15. februar 2021
Klippið trø og runnar framvið vegi
12. februar 2021
Manglandi vatn