Frítíðarskúlin í heystferiuni
Í heystferiuni, (viku 41) hevur Frítíðarskúlin við Stórá opið frá kl 7.30 til kl. 17.00. Fyri at vit, á bestan hátt, kunnu skipa dagin, vilja vit fegin vita hvørji børn koma í Frítíðarskúla hesa vikuna.
Børn sum koma í Frítíðarskúla í heystferiuna skulu ikki hava matpakka við. Breyð, við viðskera, verður at fáa á middegi á sama hátt sum vanligt.
- uml. Kl 10, bjóða vit frukt til børnini
- uml. kl 14, er millummáli sum vanligt
Vinarliga útfyll skemaði niðanfyri, soleiðis at vit, á bestan hátt kunnu tilrættisleggja arbeiðið hesar dagar (freistin er fríggjadagin 1. oktobur).
Dátuvernd
Sí nærri um dátuvernd her: