Konsert: 2 x Rokktrio

Dagfesting:
24. oktober 2026
Byrjar klokkan:
20:00
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
22:30

2 X ROKKTRIO: SVART RIDÅ (SE) & SON OF FORTUNE

Løkshøll 24. oktober kl. 20.00

Leygarkvøldið 24. oktober verður lagt upp til eitt ordans rokkbrak í Løkshøll, har tær tríggjar kvinnurnar í svenska bólkinum Svart Ridå og teir tríggir føroysku menninir í Son of Fortune fara at prógva, at rokktónleikur kann brúsa í øllum æðrum og eigur at upplivast live á palli.

Svart Ridå er ein svensk rokktrio, sum byrjaði sína tónlistarligu tilveru í 2022, og seinasta árið hevur bólkurin veruliga fingið vind í seglini innan svenskan indierokk. Tær tríggjar kvinnurnar í bólkinum spæla kompromisleysan, eksplosivan og hugfangandi tónleik, har larmandi guitarsoloir og fangandi poppelementir møta introvertum myrkum tekstum. Stemningurin í teirra framførslum er gandakendur og hevur tú upplivað bólkin á palli, so veitst tú, at Svart Ridå er millum teir absolutt bestu live bólkarnar í løtuni.

Onnur heildarútgávan hjá bólkinum 'Aponia' frá 2025 hevur fingið nógv rós frá ummælarum og var tilnevnd 'Ársins rokkur' og 'Ársins tekstur' til svensku tónlistavirðislønina Manifestgalan. Á heysti 2025 komu tvey stakløg, 'I ögats ljus' og 'Förfäder', út frá teirra komandi triðju útgávu, og í februar í ár kom nýggjasta staklagið 'Blodsband' út. Nú í vár og summar hava tær fleiri framførslur á skránni, og 24. oktober koma tær til Løkshøll at hava konsert saman við føroyska Son of Fortune aka Benjamin Petersen.

Benjamin Petersen er ein 'outlaw' rokk n’ rollari, sum vil nakað! Seinasta heildarútgávan hjá honum 'Voodoo Pop' varð tikin upp í Nashville Tennessee av monnum, ið hava arbeitt við so navnframum nøvnum sum Chris Stapleton, Jack White og Arctic Monkeys. Í sendingini 'Jambalaja' valdi verturin Ingi Samuelsen staklagið 'Willie’s Joints' at vera ársins lag í 2021. Til seinasta stak lagi 'Church on Wheels' frá 2024 hálaði Benjamin sína Nashville familju til Føroyar og her hendi ein spennandi samanrenning av førosykum og amerikanskum tónleikarum. Son of Fortune kallar sín tónleik Voodoo Pop, ella støvutur gittar rokkur, ið kenst heimligur men eisini avbjóðar. Tey, ið hava upplivað Son of Fortune á palli vita eisini, at her er talan um bæði erligan og kompromileysan tónleik, sum kemur langt út um pallkantin.

Kostnaður er 295 kr (+10 kr avgjald)

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

24
mars
2026
Madagaskar - Sangleikurin
25
mars
2026
Madagaskar - Sangleikurin
26
mars
2026
Madagaskar - Sangleikurin
26
mars
2026
Býráðsfundur